Perlan


Perlan virkar  sum karmur um mentanartiltøk í býnum og kann nýtast til tónleik, sjónleik, konsertir, framsýningar og onnur tiltøk, sum kommunan stuðlar ella skipar fyri. Sjálvbodnir felagsskapir kunnu fáa innivist, um tiltøkini hava vælgerandi og ikki vinnuligt endamál.

Loyvi kann tó gevast til vinnulig tiltøk, tá tiltøkini hava týdning fyri vinnulívið í kommununi, t.d. ferðavinnuna. Tað er mentamáladeildin, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Perluni, og húsið ella partur av húsinum kann vera opið fyri gestum eftir nærri avtalu við mentamáladeildina.

Í løtuni eri einki virksemi í grannahúsunum Reinsarínum orsakað av umvælingum.

Samband
Bogi Andreasen, samskipari, umsitur virksemið í Reinsarínum og Perluni.

Tel: 28 66 71
T-postur: torsgota@torshavn.fo
Netsíða: reinsariid.fo