Mentanarhús í kommununi
Í Tórshavnar kommunu eru mentanarhús og -høli, sum eru karmur um fjølbroytt mentanarligt virksemi, so sum tónleik, sjónleik, dans og framsýningar. Nøkur mentanarhús eru ogn hjá feløgum ella privatum, og onnur eru almennir bygningar, sum verða leigaðir ella læntir til tiltøk.
Nevnast kunnu Norðurlandahúsið, Listasavn Føroya, Sjónleikarhúsið, Meiaríið, Reinsaríið, Perlan, Smiðjan í Lítluvík, Pætursastova, Hornahúsini og Móttøkuhúsið.
Í yvirlitinum vinstrumegin ber til at lesa um nøkur av mentanarhúsunum.
|