Skúlin á Trøðni

Skúli og næmingaheim er ein serskúli til børn við serligum tørvi í aldrinum 7 til 18 ár úr øllum landinum. Serskúlin skal undirvísa næmingum, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í nærumhvørvinum. Undirvísingin fer fram í smáum bólkum. (4 – 5 næmingar).

Frálæran í skúlanum tekur støði í tí einstaka barninum. Á skúlanum leggja vit stóran dent á tryggleika, at næmingarnir kenna seg væl, og at teir hava tað gott, tá teir koma í skúla. Øll skulu fara væl við hvørjum øðrum.

Innihaldið í undirvísingini hjá einstaka næminginum verður ásett í eini skrivligari næmingalagaðari læriætlan, ið tekur støði í fortreytum næmingsins. Læriætlanin skal gerast í samstarvi millum foreldur ella verja og lærara næmingsins og verður eftirmett saman við teimum tvær ferðir um árið.

Málið hjá Skúlanum á Trøðni er at menna einstaka næmingin persónliga, sosialt og fakliga. Málið er at gera næmingarnar so sjálvstøðugar og sjálvbjargnar sum gjørligt og betra teirra samskiftið við onnur, soleiðis at teir kunnu virka í samfelagnum bæði í skúlanum og uttan fyri skúlagátt.

Kunna teg nærri
Skúlin á Trøðni
Á Frælsinum 32
FO-100 Tórshavn

Tel. 314522

T-postur: jan.christiansen@skulin.fo