Hjúnavígsla

Borgarlig vígsla
Kommunurnar taka sær av borgaraligu vígslunum. Borgarar í Tórshavnar kommunu, sum ætla at giftast borgaraliga, skulu venda sær til Ráðhúsið, sum útflýggjar oyðublað ella hjúnalagsváttan, sum tað formliga eitur. Hetta er eisini galdandi fyri limir í teimum trúarsamkomum, sum hava fingið serligt loyvi at víga fólk.

Vanliga er tað borgarstjórin, sum fremur borgarliga vígslu. Í trúarsamkomunum er tað ein samkomuleiðari, sum vígir.

Kirkjulig vígsla
Tey, sum ætla at giftast í kirkju, skulu venda sær til prestin í tí kirkjuni, har ætlanin er at giftast
.

Yvirlit yvir kirkjur í Streymoynni sæst HER.