Hjúnarskilnaður

Ríkisumboðið avgreiðir mál um hjúnaskilnað og sundurlesing.

Vanliga fer fram ein sundurlesing, áðrenn hjúnarskilnaður verður framdur. Men er talan um ótrúskap, harðskap ella at hjúnafelagarnir ikki hava búð saman seinastu 2 árini, kunnu teir skiljast beinanvegin.

Annars kunnu hjúnafelagarnir í fyrsta lagi verða skildir eitt hálvt ár eftir, at sundurlesingin er byrjað. Vil annar hjúnafelagin ikki skiljast um hetta mundið, skal eitt hálvt ár ganga aftrat, áðrenn søkjast kann um hjúnaskilnað. Ein hjúnafelagi hevur rætt til hjúnaskilnað eftir sundurlesing í 1 ár.


Samband
Ríkisumboðið

Amtmansbrekka 4
100 Tórshavn
Tel. 35 12 00
Faks 31 08 64

Telefonavgreiðsla má-frí kl. 10-14