Góði borgari!

Hjartaliga vælkomin á heimasíðuna hjá Tórshavnar Kommunu, sum er eitt av okkara amboðum at kunna borgaran um, hvørjar tænastur kommunan bjóðar øllum borgarum í Tórshavnar kommunu.

Heimasíðan er eisini ein miðil, har vit kunna um, hvat hendir í kommununi, og hvørjar ætlanir vit hava. Heimasíðan er væl vitjað og liggur støðugt millum mest vitjaðu heimasíður á vevmátingarlistanum hjá Gallup.

Dentur verður lagdur á opinleika og gjøgnumskygni í kommunalu fyrisitingini og í politiska arbeiðnum.

Fyri fyrstu ferð í yvir 100 ára søgu býráðsins uppliva vit í hesi setuni, at allir fýra flokkar, sum eru umboðaðir í býráðnum, eru samdir um at samstarva breitt, heldur enn at skipa seg í ein meiriluta og ein minniluta. Orsøkin er góða samstarvið, sum hevur verið millum allar flokkar í Tórshavnar býráð hesi seinastu árini.

Allir flokkar eru samdir um at taka upp nýggjar tættir og halda fram við ætlanum, sum eru stungnar út í kortið. Vit leggja dent á trivnaðin og áhugamálini hjá heildini og vilja tryggja øllum borgarum í kommununi rættvísa og virðiliga viðferð.

Nú fíggjarkreppa hevur herjað um allan heim, hevur verið sera umráðandi at reka varnan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Landins størsta kommuna stendur seg væl og samstundis ger kommunan eftir førimuni sítt til, at vinnuligu hjólini mala og heldur fram arbeiðið at menna eina framtíðar vinnustrategi fyri kommununa.

Kommunan tekur virknan lut í ætlanunum at umskipa landsins kommunubygnað og sær til, at høvuðstaðarkommunan fær neyðugar sømdir at mennast og reka sín leiklut sum oddakommuna.

Í samstarvinum seta vit okkum fyri, at borgararnir fáa høvi at fylgja við kommunala arbeiðnum og teimum átøkum, sum kommunan fer undir. Borgararnir verða regluliga kunnaðir um kommunala arbeiðið og býráðsarbeiðið. Hetta verður gjørt umvegis heimasíðuna og aðrar vegir.

Dentur verður lagdur á opinleika og gjøgnumskygni í kommunalu fyrisitingini og politiska arbeiðnum. Umráðandi er, at borgararnir frætta skjótt aftur frá kommununi, tá latnar verða inn umsóknir í byggimálum o.ø. Allar kærur frá borgarum og umsóknir um innlit verða svaraðar beinanvegin.

Kommunan verður við í arbeiðnum at skipa og betra lestrarmøguleikarnar í býnum, stendur fyri og stuðlar stórum og spennandi broytingum á bústaðarøkinum og fram um alt virkar fyri at betra trivnaðin í býnum á øllum økjum. Í hesum skeiðnum skal tað gerast munandi lættari og bíligari at njóta trivnaðin og allar tær tænastur, høvuðsstaðurin hevur at bjóða.

Í hesum treysti fara vit undir eitt nýtt ár og eina nýggja setu. Samanumtikið vilja vit, saman við borgarunum, sum altíð eru vælkomnir at venda sær til okkara, gera alt fyri at liva upp til tað álit, okkum er sýnt.

Januar 2013

Heðin Mortensen
borgarstjóri


Um borgarstjóran
Borgarstjóri síðani 2005 

Føddur: 7. apríl 1946

Foreldur: Martin Eliesar Mortensen og Ethel Mortensen

Giftur: Hjørdis Egholm Mortensen
Børn: Elin, Ann, Guðrun og Eirikur