Oljutangar

Eitt reint umhvørvi økir munandi um trivnaðin hjá okkum øllum.Tórshavnar kommuna leggur stóran dent á at halda umhvørvið reint og fyribyrgja umhvørvisdálking. Lekar frá oljutangum er ein vaksandi trupulleiki, og nú ger kommunan nakað við málið.

Oljutangar, ið fara at leka, eru ikki bara ein vandi fyri okkara umhvørvi. Tað kunnu eisini gerast dýrir dropar fyri teg, tekur tú ikki hetta í álvara.

Fyri at verja teg og títt grannalag, eigur oljutangin tí at verða kannaður, so sleppast kann undan einari kostnaðarmiklari umhvørvisdálking.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at senda kommununi eini boð. Nýt teigin niðanfyri. Tú kanst eisini ringja til Snarskivuna á tel. 30 20 10.
Spyr bara
faldari
Hvat kanst tú gera til tess at verja teg ímóti at koma í eina óhepna støðu. Í hjálagda faldara verður í stuttum greitt frá hesum. Les faldaran HER
Kykmynd
Filmur um oljutangar sæst HER.