GRUNDØKI TIL SØLU

Privat grundstykki
Ætlar tú at byggja sethús í Tórshavnar kommunu, hevur tú tvinnar møguleikar at útvega tær grundstykki: At søkja kommununa um stykki ella keypa frá privatum.

Søkir tú kommununa um grundstykki, skalt tú venda tær til Snarskivuna at fáa vegleiðing og umsóknarblað.

Á umsóknarblaðnum kanst tú krossa tey øki av, har tú ynskir grundstykki. Økini eru Tórshavn, Argir, Hoyvík, Kaldbak, Hvítanes, Kollafjørður, Norðradalur, Syðradalur, Kirkjubøur, Velbastaður, Nólsoy og Hestur.

Treytirnar fyri at søkja um grundstykki í kommununi eru m.a., at umsøkjarin er fyltur 18 ár, er skrásettur sum búgvandi í kommununi (arbeiðs- og útbúgvingarørindi tó undantikin) og skal ikki frammanundan eiga grundstykki í kommununi.

Tøku grundstykkini til privata sethúsabygging í løtuni eru hesi:

• Útstykkingin við Krossá í Kaldbak, les høgrumegin
• Myllutjørn í Hoyvíkshaganum, trýst her

Vinnustykki
Kommunan útstykkjar vinnustykki, ið virki kunnu keypa frá kommununi. Fyri at kunna skrásetast á listanum til vinnustykki skal umsøkjarin vera fyltur 18 ár. Umsóknin verður raðfest eftir umsóknardegi og verður haraftrat flokkað eftir tí virkseminum, sum ætlanin er at hava.

Umsøkjarin kann velja at seta seg fyri vinnustykki í hesum økjum: Tórshavn, Hoyvík, Argir, Kaldbak, Kollafjørður, Signabøur, Velbastaður, Kirkjubøur, Nólsoy, Hestur og Norðradalur.

Til ber at standa skrásett/-ur til fleiri vinnustykki, men tá skal umsókn latast inn fyri hvørt vinnustykki sær.

Er umsøkjari ikki byrjaður at byggja á tillutaðum vinnustykki 1 ár eftir, at fyribilsskeytið er undirskrivað, matrikulering framd ella byggibúningin er liðug, kann kommunan krevja vinnustykkið aftur við at rinda sama prís fyri vinnustykkið, sum umsøkjarin rindaði fyri tað.

Tøk grundøki til vinnuligt endamál í løtuni eru á hesum støðum:

• Boðaneshamarin, sí niðanfyri
• Á Skarðshjalla, trýst her
• Við Karlamagnusarbreyt, trýst
her


Grundøki á Boðaneshamri, Tórshavn

Byggibúgvið vinnugrundøkiá Boðaneshamri við frálíkum útsýni. Sambært áseting í almennubyggisamtyktini fyri Tórshavnar Kommunu er økið kannað miðstaðarendamálum,skrivstovuendamálum, heilsuendamálum o.t. Umhvørvið er frítt og friðarligt.Seljari tilskilar sær rætt til at havna øllum boðum, um keypsprísurin verðurmettur ov lágur. Matr. nr. 1322I, Tórshavn.

www.skyn.fo

 

Samband
Hevur tú spurningar kanst tú seta teg í samband við Tórshavnar kommunu á tel: 302010:

Bjartur Mortensen
Løgdeildin
Útstykking við Krossá í Kaldbak


Útstykkingin liggur við innkoyringina til Kaldbak, beint omanfyri býlingin, “Inni á Fløtum “. Í býlinginum eru 10 grundstykki, sum eru um 500 fermetrar til støddar. 

6. stykki eru enn óseld. Prísurin er 793,51 pr. fermeturin. Grundøkini eru ikki útgrivin ella planerað. 
Tekniskar veitingar sum vatn og el er til stykkini, og stykkini hava eisini íbinding til felags reinsiverk. 

Tað skal viðmerkjast, at økið er rættiliga bratt og at serligar byggireglur eru galdandi fyri økið.

Fyrispurningar um bygging vísast til byggideild.