Okkara virði

Virðing
Vit samstarva erliga og heiðurliga, vit skapa álit við at lurta og tryggja øllum møguleika at gera vart við sína hugsan.

Tí eru javnstøða og javnrættindi natúrlig og sjálvsøgd fyri okkum.

• Tað merkir, at vit lurta, eisini tá ið vit eru ósamd, at vit virðismeta fyritakssemi og altíð eru fús at taka stig til neyðugar broytingar, vit laga okkum eftir broyttum fortreytum, eggja til luttøku í orðaskifti og fremja broytingar skjótt.

Menning
Vit skapa dygd og virðisøking í tvørfakligum samstarvi, við fakkunnleika og í samskifti við borgaran.

Í arbeiðinum eru vit nýhugsandi, samskifta og endurnýta tey góðu úrslitini. Vit taka ábyrgd. Vit gera mun og hugsa øðrvísi og skapandi.

• Tað merkir, at vit støðugt menna førleikar, taka felags ábyrgd og samstarva. Vit síggja møguleikar í nýggjum hugsanum og loysnum. Styrkin er okkara fjølbroytni og innliving í sjónarhorn og krøv frá borgaranum, politiska myndugleikanum og samfelagnum sum heild, har vit altíð fáa sum mest burtur úr tilfeinginum á ein burðardyggan hátt.

Trivnaður
Vit hava eitt arbeiðsumhvørvi í støðugari menning. Vit virka í einum felagsskapi, har rúm er fyri ymiskleika. Okkara trivnaður hevur týdning fyri trivnaðin hjá borgarunum.

• Tað merkir, at vit skapa tryggleika og nærveru gjøgnum umsorgan og menning. Tað merkir, at fjølbroytni og góðhýrur eiga stóran lut í arbeiði okkara. Tað merkir, at samfelagið fær ágóða av okkara trivnaði.