Verkætlanir

Niðanfyri ereitt yvirlit yvir tær verkætlanirnar, sum Vinnumenningardeildin hjá kommununi hevur arbeitt við og enn arbeiða við, innanfyri ferðavinnu.

Ferðavinnan
1. Kunningarstovan í Nólsoy
2. Samskipa veranditilboð í oynni
. Skipa nýggj túrtilboð til føroysk og útlendsk ferðafólk
3. Heimavirkissøla av lokalum vørum í gamla handlinum rópt ”Pakkhúsið”

Ferðavinnutilmæliog –greining, gjørt í samstarv við stórstu veitararnar innanferðavinnuna
Í trá við ferðavinnutilmæli, er flótibrúgv løgd á Gomlurætt. Flótibrúgvin skal økja um møguleikan hjá ferðavinnuni atbjóða út Kirkjubø, Hestur og Koltur, sum ein felags uppliving

ONS
Oljumessan í Stavanger, har føroyska luttøkan á festivaløkinum eisinier eitt ferðavinnuátak í samstarvið við Atlantic Airways.

Smærri verkætlanir
1. Skipa kunning til handlar um gjaldsmiðlar og skipa samstarvímillum handlar og bankar, at lætta um tilgongdina av handlum, sum kunnutaka ímóti ymiskum gjaldsmiðlum
2. Samskipa upplatingartíðir hjá handlum ogsøvnum
3. Kort yvir Havnina, sum innihalda kunning um handilslív ogupplivingar í býnum. Kortini verða latin ferðafólkum uttan kostnað.Kortini eru printað í blokkum og verða latin øllum handlum at latavíðari
4. Kunningarfólk, sum ganga runt í býnum teir dagar, tá ferðamannaskip eru í kommununi
5. Skelting til ferðafólk

“What’s on”
Skipanin er liðugt kravfest saman við umleið 15 av teimum, sum vit vænta verða størstu brúkararnir av skipanini, og sum allir hava ymiskan tørv í mun til, hvat skipanin skal kunna. Ringa fíggjarstøðan í samfelagnum hevur gjørt, at avgerð er tikin um, at skipanin ikki verður ment liðugt enn. 

Í løtuni hava privatpersónar átikið sær at gera eina roynd at menna skipanina. Um hendan royndin fæst at virka og tey, sum skulu brúka skipanina, meta hana vera góða, verður skipanin almannakunngjørd. Tá eiga og umsita privatu veitararnir hana. Í so fall verður skipanin ment og umsitin heilt uttanum Tórshavnar kommunu, sum tá gerst ein vanligur brúkari, eins og onnur, sum ynskja at brúka skipanina.

Verður privata royndin ikki til veruleika, verður skipanin væntandi tikin upp aftur í kommunalum høpi, tá tíðirnar gerast betri.