Tvíhøll á Hálsi
Lýsing
Farið er undir at víðka um Høllina á Hálsi. Høllin verður bygd út til eina tvíhøll soleiðis, at fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat. Aftrat hesum verða bygd høli til judo og borðtennis, so hesar ítróttagreinir fáa bestu umstøður.
Veggurin millum hallirnar verður tikin niður
Arbeiðið at byggja út Høllina á Hálsi gongur væl, og nú er veggurin millum verandi høll (nevnd Høll 1) og komandi høllina (nevnd Høll 2) tikin niður.

Á myndini sæst, hvussu tað tekur seg út. Í løtuni er Høll 1 stongd, men ætlandi letur hon uppaftur í august, tá ið ein fyribils dustveggur er settur upp. Ætlandi verður alt arbeiðið liðugt um árskiftið.

Stutt og greitt
Arbeiðsánari: Mentamáladeildin
Byggiharri: Tórshavnar kommuna
Arbeiðstakari: Contractor, Búsetur, Install, Maria Poulsen
Byggiharraráðgevi:
Tíðarætlan: Arbeiðið byrjaði í mai 2016. Liðugt 2018. Samlaður fíggjarkarmur: 52 mio. kr.

Meira kunning um Tvíhøllina á Hálsi sæst HER