Vatnbreyt í svimjihøllini

Í apríl 2016 samtykti Tórshavnar býráð at farast skuldi undir at fyrireika vatnbreyt í Svimjihøllini í Gundadali.

20. Mars 2017
Farið er undir lendisarbeiðið til vatnbreytina.

Ráðgevar í verkætlanini eru: Sp/f Preben Hansen, Sp/f PB Consult, Aquaplan Aps, Viggo A. Hansen, el-verkfrøði. Veitarar og arbeiðstakarar eru: Hydro Sport Sweden AB, P/F Articon, P/F Maria Poulsen, P/F LM Electric.

Samlaði kostnaðurin verður umleið 3,6 mio.kr. Arbeiðið verður væntandi liðugt um mánaðarskiftið mai/juni. Meðan arbeiðið verður gjørt, verður kavingarhylurin stongdur ein part av tíðarskeiðinum. Sí nærri á svimjihollin.fo

18. apríl 2017
Klárt at seta vatnbreytina upp. Í dag eru fólk frá veitaranum Hydro-Sport AB komin til landið og fara undir at stea breytina upp. Ætlandi verður arbeiðið liðugt um hálvan mai.



25. apríl 2017
Arbeiðið at seta vatnbreytina upp gongur væl, og ætlandi verður hon tikin í nýtslu miðskeiðis í mai. Vatnbreytin verður 72 metrar til longdar, og samlaða verkætlanin kostar góðar 3,6 milliónir krónur.


 
Kunna teg nærri
Sigurð Ó. Vang
Mentamálaleiðari
t-post: sigurd@torshavn.fo
telefon 213923