24. apríl 2012
Nýggj viðarlund og hugni í Sandágerði
Í umhvørvisvikuni verður sett fokus á grøn øki í kommununi. Eitt nú við at fyriskipa gongutúr, har borgarar fáa møguleika at síggja nýggju viðalundina í Havnardali og hoyra eitt sindur um plantuvøksturin har. 

Men eisini verður fríðkað um í Sandágerði, soleiðis at økið verður meiri hugaligt hjá fólki at brúka. Sandágerði verður ruddað og borð og benkur verða sett upp og verða standandi til út á heystið. 

Kommunan vónar, at hetta førir til, at fleiri fara at brúka tey grønu økini.

Gongutúrurin í Umhvørvisvikuni verður fríggjadagin tann 4. mai kl. 14.00.

Møtt verður við inngongdina til nýggju viðalundina í Havnadali og bussur koyrir niðan á Oyggjarvegin. Gingið verður frá Oyggjarvegnum oman til vatnbyrgingina og víðari oman ígjøgnum viðalundina. Tað vera Viggo Christiansen og Michael Jacobæus, sum koma at greiða frá á túrinum.

Eftir túrin verða pylsur og Sunkist at fáa. Skótalið KFUM’s grilla niðri á sandinum við ánna.
Lendið er vátt ymsastaðni og tí verður rátt fólki til at lata seg væl í og hava góðar skógvar/stivlar til túrin.

Tilmelding er neyðug og fer fram á uv@torshavn.fo ella á heimasíðuni undir umhvørvi. Tilmeldast skal í seinasta lagi 2. mai.