
01. mai 2012
Orðaskifti um eldrapolitikkin
Eldraráðið í Tórshavnar kommunu hevur leingi saknað eitt opið orðaskifti um eldrapolitikk.
Samgongan hevur orðað ein politikk í samgonguskjalinum, og nógv er hent síðan. Tí hevur eldraráðið avgjørt at halda ein panelfund við umboðan av millum annað lands- og kommunálpolitikkarum, so gongd kann verða sett á eitt orðaskifti.
Á panelfundinum verður spurningur settur við, hvussu eldrapolitikkurin verður í framtíðini. Í panelinum sita:
Annika Olsen landsstýriskvinna í Almannamálum
Kári P. Højgaard Landsstýrismaður í Innlendismálum
Heðin Mortensen, borgarstjórií Tórshavnar kommunu
Asbjørn Djurhus, Formaður í Føroya Kommunufelag
Petra Jónsdóttir Joensen, Almannastjóri
Samgongan hevur millum annað boðað frá at:
• Árið 2012 verður útnevnt at vera ár teirra eldru
• setast skal ein arbeiðsbólkur við m.a, umboðum fyri tey eldru at gera ein eldrapolitikk við heildarætlan fyri innihaldið í tænastuni. Dentur skal leggjast á, at tænastan í størst møguligan mun stuðlar undir lívsdygdina og sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka.
• Eldraøkið verður lagt út til kommunurnar 1. januar 2014.
Her er góður møguleiki at hoyra hvat myndugleikarnir hava at siga um hesi mál, og um eldrapolitikkin yvirhøvur, bæði í bygd og bý, og øll kunnu taka lut í orðaskiftinum aftaná.
Fýriskipari er Eldraráðið í Tórshavnar kommunu. Fundurin verður í Skúlanum við Løgmannabreyt mánadagin hin 14. mai 2012 kl.19, inngongdin er við Karlamagnussarbreyt.