Lurta
Almenn hoyring

Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 5, Tórshavn

Unavngivet

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. mars 2024 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 5 fyri økið millum Áarvegin, Húsabrúgv og Bringsnagøtu, Tórshavn.

Endamálið við uppskotinum er at varðveita dámin í økinum, og at dagføra fylgiskjøl, soleiðis at tey lýsa støðuna í dag.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 5, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 3. mai 2024 til 14. juni 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 14. juni 2024.