Tíðindi - 23. apríl 2024
Ferðslubroytingar í Niels Finsens gøtu í sambandi við umvæling
Ferðslan er broytt í Niels Finsens gøtu millum Vaglið og Káta Hornið í sambandi við umvælingina av Tinghúsbygninginum. Broytingarnar eru galdandi frá 23. apríl 2024 til 3. juni 2024:
- Parkeringsmøguleikar eru við Ráðhúsið á Vaglinum
- Vørukoyring kann fara fram frá Býráðssalinum og niðan til Káta Hornið og Steinatún
- Parkeringsforboð er frá Býráðssalinum og niðan til Káta Hornið