Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 13. mai 2024
Eingin ruskinnsavning meðan verkfall er

Eingin ruskinnsavning er, meðan verkfall er.

Tíðindi - 13. mai 2024
Eingin busskoyring týsdagin 14. mai 2024

Vegna verkfall koyrir bussleiðin ikki týsdagin 14. mai.

Tíðindi - 13. mai 2024
Nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu verður lagdur fram fríggjadagin

Fríggjadagin 17.mai klokkan frá 14 til 15 verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu lagdur alment fram á Reinsarínum í Tórsgøtu.

Tórshavnar kommuna hevur orðað nýggjan vinnupolitikki fyri árini 2024 til 2028.

Fríggjadagin verður høvið hjá áhugaðum at hoyra meira um nýggja vinnupolitikkin. Tiltakið er alment.

Tíðindi - 12. mai 2024
Landspatruljukappingin hjá KFUM-skótunum liðug í dag

Borgarstjórin avdúkaði nýtt ferðasteyp hjá KFUM-skótunum úti í Risastovunum í Glyvurshaganum.

Tíðindi - 11. mai 2024
Borgarstjórin beyð nunnunum farvæl

Í dag var samkoma í Kerit, nunnukleystrinum, har Franciskanarasystrarnar bjóðaðu til móttøku í sambandi við, at tær gevast við øllum sínum virksemi í Føroyum og fara av landinum med alla. Her fekk borgarstjórin høvið at siga nunnunum farvæl.

Tíðindi - 10. mai 2024
Ferðsluavmarkingar við Hoyvíksvegin í sambandi við arbeiði

Mánadagin 13. mai 2024 byrja vit at arbeiða á Hoyvíksvegnum. Í hesum sambandi verður eingin gjøgnumkoyring eftir Hoyvíksvegnum úr A.C. Evensensgøtu og niðan til Gripsvegin millum kl. 9-12 og 13-15 mánadagar, týsdagar og hósdagar fram til 11. juni 2024. Í hesum tíðarskeiðunum verður viðmælt teimum, sum búgva á A.C. Evensensgøtu, Sólteigi og á Lutzenstrøð at seta bilin aðrastaðni í nærumhvørvinum.

Tíðindi - 10. mai 2024
Stongsilin av vegamótinum Skúlagøta/Torgarðsgøta longdur fram til 11. mai kl. 17

Arbeiðið við Eysturskúlan, ið skuldi vera liðugt í dag klokkan 17, dregur út, og tí er vegamótið Skúlagøta/Tórgarðsgøta stongt fram til í morgin, leygardagin 11. mai, klokkan 17. Leið 2 er umløgd, meðan arbeiðið fer fram. Leiðin koyrir ikki eftir J. Broncksgøtu, Yviri við Strond og Tórgarðsgøtu, men eftir Stoffalág, Gripsvegnum, R. C. Effersøes gøtu og víðari eftir ferðaætlanini.

Tíðindi - 09. mai 2024
Ársdagur fyri viðarlundir í Havn í dag

Í dag hevur verið hátíðarhald fyri viðarlundunum í Tórshavnar kommunu. Kristi himmalsferðardag halda fýra viðarlundir ársdag.

Tíðindi - 08. mai 2024
Vegamótið Skúlagøta/Torgarðsgøta stongt 9.-11. mai í sambandi við vegarbeiði

Vegamótið Skúlagøta/Tórgarðsgøta er stongt frá Kr. himmalsferðardegi 9. mai 2024 klokkan 8 til leygardagin 11. mai klokkan 17. Vegamótið er stongt í sambandi við vegarbeiði við Eysturskúlan. Í hesum tíðarskeiðnum ber til at koyra frá Djóna í Geil gøtu til ovara part av Tórgeirsgøtu.

Bussleiðin verður umløgd í hesum tíðarskeiðnum. Leið 2 koyrir sostatt ikki eftir J. Broncksgøtu, Yviri við Strond og Tórgarðsgøtu, men eftir Stoffalág, Gripsvegnum, R. C. Effersøes gøtu og víðari eftir ferðaætlanini.

Tíðindi - 08. mai 2024
Taka vatnið í stórum parti av eysturbýnum fríggjadagin 10. mai kl. 10-13

Vit skrúva fyri vatninum í stórum parti av eysturbýnum fríggjadagin 10. mai frá klokkan 10 til 13 í samband við arbeiðið at endurnýggja vatnleiðingar á Mýrisnípuvegnum. Roknast kann við órógvi á vatnveitingini í eysturbýnum í eina tíð aftaná arbeiðið er liðugt.