Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at seta hálva millión krónur av til at gera bíðirúm til ferðafólk í Hesti.
Ítróttarhandilin Intersport, sum vit eisini kenna, sum Thomas Dam Ítróttur, flutti í dag í nýggj og stásilig høli uppi á Smyrilsvegi í Havn.
Nógv fólk var samankomið í snøggu hølunum, har tað er opið millum ítróttarhandilin og handilin hjá Nema.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti í røðu sínari á, at fyritøkan mennir seg saman við ítróttinum.
Eystara vegbreyt á R.C. Effersøes gøtu er stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu frá mikukvøldinum 24. apríl klokkan 23 til hósmorgunin 25. apríl klokkan 6 í sambandi við asfaltering av vegnum.
Í hesum døgum skipar Javni fyri norðurlendskari ráðstevnu fyri samstarvsfeløgum úr norðanlondum.
Í gjár skipaði Tórshavnar kommuna fyri móttøku fyri Javna og norðurlendsku gestunum.
Hósdagin 25. apríl eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum í Havn í sambandi við flaggdagshald, flaggdagsrenning og framsýning av ellisakførum.
Eystara vegbreyt í R.C. Effersøes gøtu verður stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu frá týskvøldinum 23. apríl klokkan 23 til mikumorgunin 24. apríl klokkan 6 í sambandi við fresing og asfaltering av vegnum.
Ferðslan er broytt í Niels Finsens gøtu millum Vaglið og Káta Hornið í sambandi við umvælingina av Tinghúsbygninginum. Broytingarnar eru galdandi frá 23. apríl 2024 til 3. juni 2024.
Regluligur býráðsfundur hjá Tórshavnar býráði er í morgin klokkan 17.
Skráin sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Býráðsfundurin verður stroymdur.
R.C. Effersøes gøta verður stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu frá mánakvøldinum 22. apríl klokkan 23 til týsmorgunin 23. apríl klokkan 6 í sambandi við fresing av vegnum.
Fólk við demens og avvarðandi kunnu fáa ráðgeving frá Heilsu og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.
Tú kann fáa eitt gott prát, ráðgeving um hvørji tilboð eru í kommununi, vegleiðing um hvussu ein kann handfara demenssjúkuna.