Lurta

Søk um ólavsøkuloyvi

Vilt tú skipa fyri framsýning, tiltaki ella selja vørur á kommunalum øki á ólavsøku, mást tú fyrst søkja kommununa um loyvi. Tórshavnar kommuna samskipar øll loyvi til tiltøk og sølu á kommunalum øki á ólavsøku.

Søk um ólavsøkuloyvi á Vanganum

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tú fært eina kvittan í MínBoks, tá tú hevur søkt. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Niðanfyri sært tú, nær og hvussu tú søkir. Vit hava eisini svarað oftast settu spurningunum um ólavsøkuloyvi niðast á síðuni.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Soleiðis søkir tú um ólavsøkuloyvi
Hvussu geri eg?

Tú søkir um ólavsøkuloyvi á Vanganum. Trýst á grøna knøttin niðanfyri og fyll umsóknarskjalið út á Vanganum. 

Søk um ólavsøkuloyvi á Vanganum

Rita inn við samleikanum. Tá tú hevur søkt, fært tú eina kvittan í MínBoks. Hevur tú ikki fingið tær samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. 

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Nær og hvussu fái eg svar?

Viðgerðartíðin er upp í fýra vikur. Vit svara tær í telduposti, tá vit eru liðug at viðgera tína umsókn.

Stutt um ólavsøkuloyvi
Hvør kann søkja?

Øll kunnu søkja ólavsøkuloyvi. Tó hava ítróttafeløg, skótar og líknandi felagsskapir framíhjárætt til plássini. Plássið í miðbýnum er harafturat avmarkað, og atkoman til streymskáp og vatn ikki er líka góð allastaðni. Tað er tí ikki vist, at vit kunnu bjóða tær júst tað plássið, tú ynskir tær.

Nær kann eg søkja?

Tú kanst søkja ólavsøkuloyvi, so skjótt sum vit í kommununi lýsa eftir umsóknum. Vit lýsa her á heimasíðuni og sosialu miðlunum, tá ið tað stundar til ólavsøku.

Nær er freistin?

Umsóknarfreist 2024: 3. juni 2024.

Treytir fyri ólavsøkuloyvi

Eitt ólavsøkuloyvi fevnir vanliga um dagarnar ólavsøkuaftan og ólavsøkudag. Loyvið kann tó vara longri, tá ið ólavsøkudagarnir liggja upp at fríggjadegi ella leygardegi.  

Í loyvinum seta vit krøv um, at básar skulu vera nosslig tjøld ella vognar, sum hóska til endamálið. Vit seta eisini krøv til reinhald og upprudding. Skalt tú hava atgongd til kommunalt streymskáp, krevja vit eitt gjald fyri tað.

Básar, ið matgera og nýta gass, skulu góðkennast av Tórshavnar Sløkkiliði, áðrenn teir lata upp.

Ofta settir spurningar og svar
Kann eg leiga tjald ella vogn frá kommununi?

Nei, kommunan leigar hvørki tjøld ella vognar út.

Hvussu leingi kann eg hava opið ólavsøkudagarnar?

Tú kanst hava opið til í seinasta lagi klokkan 3.45.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Hevur tú av onkrari orsøk trupult við at nýta Vangan og aðrar talgildar tænastur, kanst tú taka umsóknarblaðið niður niðanfyri, fylla tað út og senda tað til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva »Umsókn um ólavsøkuloyvi 2024« í evnisteigin á teldupostinum.

Umsókn um ólavsøkuloyvi