Er saltkassin tómur?
Er saltkassin tómur?

Er saltkassin í tínum grannalagi tómur, kanst tú brúka fráboðanarskipanina hjá kommununi, so syrgir vegadeildin í Tórshavnar kommunu fyri at fylla kassan upp aftur.

Les meira her:

Kavarudding á tínari gøtu

Lurta
KUNNING
Ferðsluteljingar við upptøkutólum á Hálsi í desember

Kommunan fer í tíðarskeiðnum 5. desember 2022 til 5. januar 2023 at gera ferðsluteljingar við rundkoyringina á Hálsi.

Ferðsluteljingin fer fram við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er tó ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing.

Les meira her:

Ferðsluteljingar á Hálsi frá 5. desember 2022

KUNNING
Parkeringsplássið á Vaglinum stongt árið út

Í sambandi við uppsetan av jólabýi, verður parkeringsplássið við ráðhúsið stongt fyri allari parkering restina av 2022 frá mánadegnum 14. november klokkan 8.

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

KUNNING
Minst til at klippa runnar og trø móti vegi

Tað er umráðandi fyri ferðslutrygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur.

Vit heita tí á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.

Minst til at klippa trø og runnar móti vegi í vár

UKRAINA
Інформація для громадян України (kunning til ukrainar)

Ласкаво просимо на фарерські острови та муніципалітету міста Торсхавн!

Ми готові Вам допомогти.

Інформація для громадян України (integration.fo)

інформація про денний догляд на Фарерських островах (youtube.com)

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
08. desember 2022
Stytt um bilrøðirnar og bíðitíðina – nýt onnur parkeringspláss á Hálsi

Longu fyrrapartin í dag er tøppur komin í ferðsluna á Hálsi í Havn. Talan er serliga um strekkið frá Norðurlandahúsinum yvir til rundkoyringina á Hálsi, har bilar standa stillir, tí teir bíða eftir at snara inn á parkeringsøkið uttanfyri høllina.

Vilt tú stytta um bíðitíðina og bilrøðirnar, leita tær tískil heldur til onnur parkeringspláss nærindis høllina, til dømis plássini á Hálsi, Tórsbreyt, við Badmintonhøllina og uttanfyri Gundadalshøllina.

08. desember 2022
Kunning um skúlainnskrivingina 2023/24

Innskrivingin til skúlaárið 2023/24 er opin frá hósdegnum 15. desember 2022 klokkan 9 til týsdagin 17. januar 2023 klokkan 13.

Her er tað, tú skalt vita um innskrivingina og upptøku av næmingum.

07. desember 2022
Taka vatnið í Mykinesgøtu 8. desember kl. 10-12

Skrúvað verður fyri vatninum í Mykinesgøtu 8. desember frá kl. 10-12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.

07. desember 2022
Parkering og atkoma fyri rørslutarnað til valstaðið á Hálsi

Ert tú rørslutarnað, og skalt tú greiða atkvøðu á valstaðnum á Hálsi 8. desember?

Her sært tú, hvar tú kanst parkera, hvar inngongdin fyri rørslutarnað er og hvussu tú kanst fáa hjálp til at atkvøða.

07. desember 2022
Hent at vita, um tú skalt greiða atkvøðu í Høllini á Hálsi 8. desember

Hósdagin 8. desember hava omanfyri 13.000 veljarar rætt til at greiða sínar atkvøður í Høllini á Hálsi. Stóra talið av veljarum hevur við sær, at trýst er í ferðsluni og í høllini.

Her sært tú, hvat tú kanst gera fyri at stytta um bíðitíðina og finna rætta valborðið á valdegnum.

07. desember 2022
Nú kanst tú søkja um loyvi at brenna nýggjársbál

Ætlar tú tær at brenna bál á nýggjárinum, kanst tú søkja um loyvi nú. Tú skalt søkja um loyvi í talgildu skipanini hjá Sløkkiliðnum.

Umsóknin skal vera Sløkkiliðnum í hendi áðrenn 31. desember 2022 klokkan 12.

General election 8. December 2022
Elections
General election 8. December 2022

General election for the Faroese Løgting is held on Thursday, 8 December 2022. Here you can read all about voting procedures, regulations and legislations for the general election in the Faroe Islands.

Løgtingsval 8. desember 2022
Løgtingsval
Løgtingsval 8. desember 2022

Hósdagin 8. desember 2022 er løgtingsval. Her er alt, tú skalt vita um brævatkvøður, upptøku á vallistan og mannagongdir annars í sambandi við valið.

Bílegg grannalagnum jólatræ
Mentan og frítíð
Bílegg grannalagnum jólatræ

Eins og undanfarna ár kunnu eigarafeløg og grannaløg nú søkja kommununa um at fáa jólatræ sett upp. Umsóknin um at fáa jólatræ skal vera kommununi í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 20. november 2022. Les her, hvussu tú søkir.

ALMENN HOYRING
Broyting av byggisamtyktini fyri øki til nýggja viðarlund á Argjum

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. oktober 2022 uppskot um at broyta al­mennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 4a, 200a, 122h og g, Kirkjubøur (Argir).

ALMENN HOYRING
Endurskoðan av serstøku byggisamtyktini fyri Kollafjørð

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kollafjørð.

ALMENN HOYRING
Broyting av byggisamtyktini fyri Kirkjubø

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 8a og 8d, Kirkjubøur.