Løntakarar hava rætt til gjald frá Barsilsskipanini, sum verður umsitin av TAKS í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Fólk, sum hava aðra vinnuliga A-inntøku, hava rætt til barsilspening, tekna tey trygging.
Barsilstíðarskeiðið kann verða býtt millum foreldrini eftir nærri ásettum reglum. Foreldur hava rætt til barnsburðarfarloyvi í eitt ár og fáa útgjald frá Barsilsskipanini í 44 vikur.
Útgjaldið hjá foreldrum í barnsburðarfarloyvi verður roknað eftir A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar. Tó kann mánaðarliga útgjaldið í mesta lagi vera 25.000 kr.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum - arbeiðsgevarar og løntakarar - fíggja Barsilsskipanina við at lata eitt fast gjald til skipanina.
Eisini fólk í útbúgving kunnu fáa fíggjarligan styrk í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Stuðulin letur Studni.