Skoytubreytin á vaglinum

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at skoyta vetrarhálvuna 2018/19. Væl umtókta skoytubreytin verður fyri fjóru ferð á Vaglinum. Á skoytubreytini er tónleikur at hoyra og kaffi og kakao til keyps í sølubúðum nærindis.

Skoytubreytin letur upp 19. november 2018

Skoytubreytin letur aftur 13. januar 2019 


Skoytubreytin er opin soleiðis:
Mánadag – Fríggjadag 14 – 22

Leygardag 10 - 22

Sunnudag 14 – 22

Tó:
31. desembur - Nýggjársaftan 14-17
1. januar - Nýggjársdag 16-​22
2. januar - 10-22
3. januar - opið sum vanligt.

Stovnar kunnu eisini leiga breytina
Skúlar, barnagarðar og stovnar annars kunnu leiga breytina. Vendið tykkum til hollin@torshavn.fo. Til ber hjá stovnum at skoyta hesar klokkutíðir:

Mánadag – Fríggjadag 9 – 14

Nærri kunning um skoytubreytina fæst við at skriva til hollin@torshavn.fo

Reglugerð fyri skoytubreytina

Á skoytubreytini skal tað vera stuttligt at vera, men nakrar reglur eru:

1. Hav fyrilit fyri øðrum og ansa tær sjálvum - vandamikið spæl og óansin framferð á breytini eru ikki loyvd.
2. Skoytitíðin er í mesta lagi 60 minuttir.
3. Børn, sum eru 7 ár og yngri, skulu vera undir eftirliti av vaksnum.
4. Tað er ikki loyvt at skoyta ávirkaður av rúsevnum ella at roykja á breytini.
5. Eingin ábyrgd verðu rtikin fyri virðislutir o.ø.
6. Mælt verður til at nýta súkkluhjálm.
7. Tað er ikki loyvt at hava djór á breytini.
8. Tað er ikki loyvt at kasta pappír o.a. á breytina.
9. Tað er ikki loyvt at gera skaða á breytina ella girðingina við skoytum ella øðrum hvøssum lutum.
10. Tað er ikki loyvt at sita á ella hoppa upp um girðingina kring breytina.
11. Viðmerkingar kunnu sendast á t-post: hollin@torshavn.fo ella ring 29 14 70.
12. Boð frá starvsfólkinum skulu fylgjast uttan drál, annars kann tað viðføra burturvísing.


Fyrispurningar og kostnaður

Fyrispurningar:
t-postur: hollin@torshavn.fo

Kostnaður
Ein tími á skoytubreytini kostar:
10,- fyri børn upp til 14 ár
20,- fyri vaksin

At leiga skoytur kostar:
10,- fyri børn, 20,- fyri vaksin