Frítíðaskúlin Sankta Frans 



Frítíðarskúlin í Sankta Frans er undir Børn og Ung í Tórshavnar kommunu og húsast í sama bygningi sum forskúlin á skúlanum. Síðani 2011 hevur frítíðarskúlin verið fyri børn úr forskúlanum í Sankta Frans skúla. Børnini eru vanliga um 5-7 ára aldur. Frítíðarskúlin byrjar kl. 11.20. eftir at børnini hava verið í skúla. Børnini hava matpakka við í frítíðarskúla, sum verður etin á middegi. Millummáli fæst á stovninum áleið kl. 14.30.

Endamál
Umframt at arbeiða fyri at vera eitt trygt og gott stað har børnini trívast og mennast, leggja vit serligan dent á trý øki:

• 
Spæliumstøður, sum birta undir frælsa spælið

Náttúru og uttandura upplivingar

Møguleikar fyri rørslu

Á stovninum starvast umframt leiðarin námsfrøðingar og hjálparfólk.

Frítíðarskúlin Sankta Frans
Villumsgøta 13
100 Tórshavn

T-postur: sandram@torshavn.fo

Tel: 281509

Upplatingartíðir:

mán-frí: kl.11:00-17:00

Leiðari: Sandra Mikkelsen
Tel 218895