Sjófólk, sjúk og onnur, sum er burturstødd valdagin, hava møguleikan at brævatkvøða. Sjófólk og onnur, sum eru stødd uttanlands valdagin kunnu atkvøða 4 mánaðar fyri valdagin, meðan tey, sum liggja sjúk, ella sum av øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu brævatkvøða eina viku fyri valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.
Fólk skulu hava valkort og samleikaprógv við. Er valkortið burtur, ber til at fáa nýtt í Snarskivuni.
Brævatkvøður í Føroyum
Veljarar, ið eru staddir í Føroyum, kunnu brævatkvøðuna á einum fólkayvirliti í einhvørjari kommunu í landinum – eisini í heimstaðarkommununi, har veljarin er á vallista.
Gevið Gætur at : Í Tórshavnar kommunu verður brævatkvøtt í Snarskivuni á Vaglinum.
- Veljarar, ið liggja á sjúkrahúsi ella øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella eru undir læknaviðgerð heima, kunnu greiða atkvøðu á sjúkrahúsinum ella stovninum við at boða kommununi frá á tel. nr. 30 20 10.
- Veljarar, sum 31. august 2015, eftir kl 16.00 verða greiðir yvir, at tað ikki ber til at koma á valstaðið valdagin, kunnu gera avtalu um at brævatkvøða uttan fyri vanliga arbeiðstíð, ella við hús, við at ringja á tlf 21 20 11
-
Veljarar, ið sita í varðhaldi, kunnu greiða atkvøðu hjá løgregluni.
-
Sjófólk kunnu brævatkvøða hjá einum mynstringarstjóra.
Brævatkvøður í Danmark og Grønlandi
Veljarar, ið eru staddir í Grønlandi ella Danmark, kunnu greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi, td. sendistovur og fólkayvirlit.
Brævatkvøður í øðrum londum
Veljarar, ið eru staddir uttanlands, kunnu greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulátum í útheiminum.
Brævatkvøður umborð á skipi
Sjófólk kunnu greiða atkvøðu umborð á viðkomandi skipi.
|