Kloakk


Rottangatøming
Kommunan hevur gjørt eina tømingarskipan, har allir rottangar, reinsiverk o.a. verða tømd eina ferð um árið.

Umleið 2 vikur áðrenn tangin skal tømast, sendir kommunan eina fráboðan um, nær tangin verður tømdur. Er tangin minni enn 2 kubikk ov lítil sbrt. ásetingunum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, kann kommunan gera av, at hann verður tømdur oftari.

Sambært leiðbeining hjá Umhvørvisstovuni skal rúmdin á einum vanligum húsarhaldstanga í minsta lagið vera 2 kubikk, svarandi til at fimm fólk eru í húsinum.

Tipt kloakkrør

Eru rørini tipt, skalt tú venda tær til Brennistøðina tel. 30 20 40, um tað er í vanligari arbeiðstíð. Uttan fyri arbeiðstíð skal ringjast til Sløkkiliðið tel. 31 81 80.

Kostnaðurin fyri hesa tænastu:
Fyri privat húsarhald: Í vanligari arbeiðstíð kr 750,- fyri tíman íroknað MVG, og uttan fyri vanliga arbeiðstíð kr. 1000,- fyri tíman íroknað MVG.  Fyri alment og vinnuligt virksemi: Í vanligari arbeiðstíð kr. 800,- fyri tíman umframt MVG, og uttan fyri vanliga arbeiðstíð kr. 1000,- fyri tíma umframt MVG.