Á FLOT VIÐ WESTWARD HO

Eitt tilboð til allar 6. flokkar í Tórshavnar kommunu

Fiskikapping
Fiskitúrurin er skipaður sum fiskikapping millum 6. flokkarnar í Tórshavnar kommunu. Kappingin verður í august/september mánaði. Hvør flokkur fiskar í umleið tríggjar tímar. Tann flokkur, sum fær flest fiskar, vinnur kappingina og fær vinnarasteyp til ognar.

Fiskur minni enn 25 cm telur ikki við og verður settur út aftur. Skiparin skal hava talið á fiskum, og verður talið sent Tórshavnar kommunu.

Hvar?
Vit royna fiskimið og plinkar á nærleiðum. Fiskað verður, tá ið vit hava silgt umleið hálvan tíma úr Havn.

Trygd
Allir næmingar skulu vera í vesti umborð á Westward Ho. Áðrenn loyst verður, og meðan siglt verður á fiskimið, fáa næmingar/lærarar/foreldur kunning um trygdina umborð, og hvørjar skipanir og mannagondir eru galdandi, um eitthvørt óvanligt hendir. Kunningin tekur umleið eitt korter. Tryggingini hjá sluppini fevnir um næmingar og foreldur.

Ymiskt tilfar
Niðanfyri er ymiskt kunnandi tilfar í sambandi við túrin.

Bílegg sluppina
Bíleggingin fer fram eftir leistinum: Tann, ið bíleggur fyrst, hevur flestar dagar og tíðir at velja í.

Er veðrið ikki til vildar, tann dagin farast skal avstað, fær lærarin boð um hetta í seinasta lagi kvøldið fyri, so næmingarnir og foreldur frá læraranum fáa fráboðan um avlýsingina hjá flokkinum. Nýggj tíð verður síðani avtalað.


Kunna teg nærri
Westward Ho
P.O.Box 103
FO-110 Tórshavn
Tlf. 311762

Teldupostur: port@torshavn.fo
Heimasíða: www.portoftorshavn.fo