Hugurin at skoyta er stórur í ár, og tað fegnast vit um í kommununi. Tískil hava vit eisini valt at leingja upplatingina, soleiðis at tú kanst skoyta vikuna út til og við sunnudagin 24. januar.
Kunna teg um upplatingartíðir og reglurnar her:
Fjarhitagrevstur á Dalavegnum hevur við sær, at eingin gjøgnumkoyring verður frá Doktara Jakobsens gøtu til Jóannesar Paturssonar gøtu.
Somuleiðis fer eitt umvælingararbeiði við Skriðubakka og Krossgøtu í Kaldbak at ávirka ferðsluna í økinum.
Kunna teg nærri á síðu okkara um veg- og grevstrararbeiði í gerð.
Smittutrýstið er rættiliga stórt, og vandi er fyri, at enska útgávan av koronu fær fastatøkur í Føroyum.
Allir borgarar mugu tí brúka masku og halda frástøðu í bussum og vísa neyðug fyrilit á ellis- og røktarstovnum, dagstovnum og skúlum.
Skoytubreytin er væl vitjað í ár, og tað fegnast vit um. Vit hava tí valt at leingja upplatingina, soleiðis at breytin er opin til og við sunnudagin 24. januar.
Diana P. Strøm er sett sum leiðari á demensdeplinum, sum er fyrsti av sínum slag í Føroyum. Diana P Strøm er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur arbeitt í Heilsu- og umsorganartænastuna síðan lokna útbúgving og seinastu árini sum deildarleiðari.
Seinastu tvey árini hava Hugskotið og Visit Tórshavn skipað fyri átakinum Nýskapan í ferðavinnuni, sum hevur stimbrað undir menningina av nógvum nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni. Í ár er átakið málrættað ferðavinnuni í Nólsoy,
Nú arbeiðið at grava av til langhylin er byrjað, er parkeringin í økinum umskipað.
Fyrsta mál á skránni, tá tingfundurin byrjaði nú seinnapartin, var samtykt av farloyvi til Heðin Mortensen, sum hevur tikið við sessinum sum borgarstjori í Tórshavnar kommunu.
Heðin Mortensen segði, at við ársbyrjan tók hann við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og stutt eftir tók hann eisini við sum formaður fyri Føroya Kommunufelag. Av somu orsøk fer hann nú í farloyvi úr løgtinginum.
Í ár gongur innskrivingin í skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN.
Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt hava klárt fyri at rita inn í skipanina, og hvussu tú ber teg at við at skriva títt barn inn í skúla ella frítíðarskúla.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. desember 2020 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, matr. nr. 49, Velbastaður.