Ítróttur


Her finnur tú slóðir og upplýsingar til tey mongu tilboðini innan ítróttina í Tórshavnar kommunu eitt nú svimjing, fótbólt, fimleik og renning.

Kommunan leggur stóran dent á at bjóða borgarunum so góðar ítróttar- og frítíðartilboð sum á nakran hátt gjørligt.

Her eru nøkur tilboð úr rúgvuni. Seks geirar eru á rennibreytini, Tórsbreyt. Í miðjuni er grasvøllur við øllum hentleikum til frælsan ítrótt. Við norðara enda á Tórsvølli stendur Fimi, ein høll serliga til rútmiskan fimleik og amboðsfimleik. Í Dansifrøi eru stívliga 800 fermetrar stór høll til dans. Sparkivøllir eru ymsastaðni í kommununi.  


Leigið hallir og vøllir
Setið tykkum í samband við:

Ítróttaanlegg
www.itrott.fo
Tel. 29 14 70
t-post: itrott@torshavn.fo