Tá Tórshavnar kommuna fær umsóknina frá Føroya Landfúta, verða øll kommunal viðurskifti, sum hava við umsóknina at gera, viðgjørd. Talan kann vera um viðurskifti innan eitt nú bygging, ferðslu, umhvørvi, spillivatn og býarskipan. Tað vil siga, at tá søkt verður um matstovuloyvi, verða viðkomandi viðurskifti viðgjørd, áðrenn tilmæli verður sent fútanum.
Oyðiblaðið, sum umsøkjarar skulu fylla út, áðrenn kommunan kann viðgera umsóknina, finst HER.
Oyðiblaðið skal nýtast, tá umsóknin um loyvi verður send Føroya Landfúta. Áðrenn umsóknin kann viðgerast, skulu allar upplýsingar vera tøkar.
Vanligt er, at áðrenn tilmæli verður sent fútanum, kemur kommunan á eftirlit fyri at kanna, um viðurskiftini eru í lagi, og um samsvar er millum innsenda tilfar og viðurskiftini á staðnum.
Byggi- og umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu viðgerð umsóknina.
|