Hugskotið


Tórshavnar kommuna leggur við Hugskotinum lunnar undir eitt spírandi umhvørvi til íverksetarar. Fyri at styrkja menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi og útlitini fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu, verður nýskapanarhús nú sett á stovn.

Sóley Heradóttir Hammer er umsitari á Hugskotinum. Ynskir tú at arbeiða við íverksetan í hølunum á Eystaru bryggju, ella vilt tú bara fregnast, hvørjir møguleikar húsið kann bjóða, er at seta teg í samband Hugskotið. 

Hugskotið
skal geva góðum hugskotum bestu sømdir at vaksa. Við einum húsum serliga ætlað íverksetarum ynskir Tórshavnar kommuna at seta íverksetan á breddan og halda góðum hugskotum til, soleiðis at nýggjar vinnur kunnu taka seg upp.

Tórshavnar kommuna hevur hvest vinnulívsoddin, og er Nýskapanarhúsið Hugskotið ein liður í hesum arbeiði .

Umstøðurnar í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju eru av teimum bestu. Rúm er fyri 40 íverksetarum, sum umframt felagsskrivstovur hevur fundarhøli, køk og aðrar hentleikar.
Hugskotið
Vitja okkum á Facebook
Fyrsta virkisætlan
Sjálvavgreiðsla
Kunna teg nærri
Nýskapanarhúsið Hugskotið
Sjóvinnuhúsið
FO-100 Tórshavn

Sóley Heradóttir Hammer
T-postur: soleyhh@torshavn.fo  
Tel. 28 93 33

Sóley umsitur Hugskotið og hoyrir fegin frá tær, um tú ynskir ein kliva í Sjóvinnuhísinum á Vestaru bryggju til at arbeiða við tínari verkætlan.

Pláss er fyri 30 íverksetarum í kveikjandi umhvørvi.
Faldarin Vinnan í fokus