
Landbúnaður
Í Tórshavnar kommunu eru 42 bøndur. Teir flestu eru seyðabøndur, og haraftrat hava nakrir mjólkineytahald.
Bøndurnir eru skiftir soleiðis sundir í kommununi:
Kollafirði: 11
Kaldbak: 5
Kaldbaksbotnur: 2
Sund: 1
Hoyvík: 2
Tórshavn: 2
Kirkjubø: 4
Velbastað: 6
Syðradalur: 1
Norðradalur: 2
Nólsoy: 3
Koltur: 1
Hestur: 2
Allir íroknaðir. 42
Tøðið verður í útgangsstøðinum sprænt millum 15. mars og 15. oktober. Tó verða serloyvi eisini givin at spræna tøð uttan fyri hetta tíðarbilið. Høgrumegin sært tú yvirlit yvir øll taðingarloyvi og eykaloyi fyri árið 2014. Verður tøð sprænt í tínum øki, er gott at vera fyrivarin. Tað er millum annað skilagott ikki at hanga klæði til turkingar ella grilla dagarnar eftir, at tøð er sprænt nærindis tíni ogn.
|