
FLYT HEIM
Øll vilja kenna seg trygg, fræls og eggjað til skapan. Í fáum orðum sagt mugu vit eisini spyrja okkum sjálv, hvar vit vilja búgva.
Í Tórshavnar kommunu henda støðug framstig. Vit gerast fleiri í tali, tí øll vilja liva lívið í einum spennandi og nýskapandi miðstaðarøki.
Vilt tú gera mun og toyggja tað, tú helt vera gjørligt, so bjóða vit tær at vera vælkomin í Tórshavnar kommunu.
Tað er lætt at flyta heim. Tað einasta, vit kunnu tryggja tær, er, at her ikki er, sum tá ið tú á sinni fórt. Broytingarnar merkjast dagliga, tí her arbeiða øll fyri at gera Tórshavnar kommunu virkna og vakna.
Tú kanst fylla út tilflytaraskjalið HER. Send tað til torshavn@torshavn.fo – so ert tú væl á veg at flyta heim.
Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu er 19,00 prosent. Afturfyri fært tú ein reinan og væl skipaðan bý, eitt titrandi mentanarlív og góðar tænastur til børn og ung.
Býrt tú í Tórshavnar kommunu, er samlaði barnafrádrátturin 17.200,- fyri børn millum 0-6 ár og 14.500,- fyri hvørt barnið millum 7-18 ár. Á hvørjum ári.
Grundøki
Fólk kunnu melda seg til útlutanir so hvørt, kommunan almannakunngerð, at grundøki í nýggjum útstykkingum eru klár at luta út. Fylg við hesum HER.
Kommunulækni
Tá ið tú hevur fylt út tilflytingarskjal í Snarskivuni, fært tú sendandi bræv, har boðað verður frá, hvønn kommunulækna tú hevur fingið. Les meira um kommunulæknarnar í Tórshavnar kommunu HER.
|