Námsfrøðingar til Dagstovnin á Velbastað
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Velbastað eftir tveimum námsfrøðingum.

STOVNURIN
Vit hava eina vøggustovu við 12 børnum og tvær barnagarðsstovur við 14 børnum, umframt ein frítíðarskúla.

Vit leggja dent á ein grønan hugburð og eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvið, har børn og vaksin trívast. Á stovninum er námsfrøðiliga arbeiðið tilætlað einstaka barninum og arbeiða vit einari barnamentan sum leggur dent á náttúru, kreatitivtet og rørslu.

VIT VÆNTA, AT TÚ:
• 


ert ágrýtin og hevur hug til at skapa børnunum ein
fjølbroyttan og innihaldsríkan gerandisdag, ið er
merktur av virðing og samavgerð

ert virkisfús/-ur, nærverandi og tekur ábyrgd


hevur hug og hegni at brúka og menna námsfrøðiliga
arbeiði á stovninum

VIT KUNNA BJÓÐA EIN STOVN:
• 
har námsfrøðin er í hásæti

har fyrireikingartíð er ein partur av arbeiðinum



har endurnýtsla, grønir vanar, sankutøð, ruskskiljing,
umhvørvisvinarligt tilfar, minking av plastnýtslu,og hønur
hava týdning í okkara pedagogiska gerandisdegi

Saman við ágrýtnum og góðum starvsfólkið fara vit komandi ár, at leggja lunnar undir arbeiði við nýggju námsætlanini hjá Tórshavnar Kommunu.

So ynskir tú at vera partur av hesum spennandi staðið so er bara at søkja.

SETANARVIÐURSKIFTI
Bæði størvini eru á 35 tímar.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.

Starvsbyrjan er 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu. Størvini eru í ávikavíst barnagarðinum og vøggustovuni.

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv í eitt hálvt ár.

MEIRA FÆST AT VITA
Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Tóra Højgaard Joensen stovnsleiðara, á telefon 271055 ella vitja www.velbarn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, skal sendast Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 27. november 2019.





Fleiri størv
Trýst her
Starvsvenjing
í Føroyum