umhvørvisstuðul

Hvørt árveitir Tórshavnar kommuna 250.000 krónur í umhvørvisstuðul til verkætlanir, ið takastøði í umsorgan fyri náttúru og umhvørvi. Í ár verða umsóknir innan fyri evnið“Lívfrøðiliga margfeldi” raðfestar framum aðrar umsóknir. Evnið umfatar alt tað livandi fjølbroytni, ið náttúran rúmar. Hettar leggur seg upp at heimsmálum nr.14 og 15.

   

Mál 14: Varðveita og á burðardyggan hátt nýtahøvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

Mál 15:Verja, endurbøta og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum, áburðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan og steðga og vendalandtýningum og steðga lívmargfeldismissi.

Les meira um heimsmálini HER 

Treytin fyri at fáa stuðul er, at tú býrt í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin er umhvørvinum í Tórshavnar kommunu at gagni.

Nøkur dømi um verkætlanir eru:

·Skeiðella verkstovur innan djóralív ella náttúruvernd

·Veltingella fiskiskapur við umhugsni

·Tiltøk,ið stuðla varisligari framleiðslu og handfaring av tilfeingi

·Kanningav lívfrøðiliga margfeldinum í Føroyum

·Framleiðslaav ymiskum upplýsandi tilfari


Tað mesta, ein verkætlan kann fáa í stuðli, er helmingurin avstuðulsupphæddini, sum er 250.000 krónur.

Til ber hjá stovnum, virkjum, feløgum og einstaklingum at søkja um stuðul.Umsóknir verða at lata Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 15. mars 2020 ogverða avgreiddar í sjálvgreiðsluni HER.

Stuðulin verður latin í Umhvørvisvikuni í viku 19.
Umsóknarblað
Fyll út umsóknarblað í sjálvgreiðsluni HER.