Stórar verkætlanir

Fleiri stórar verkætlanir eru í løtui í gerð ella í umbúna í Tórshavnar kommunu. Hesar fara allar at gera tað bæði lættari og enn meira spennandi at búgva í miðstaðnum. Summar verkætlanir eru privatar, aðrar almennar og aftur aðrar kommunalar. Felags fyri útbyggingarnar er, at tær gera tað ómakaleyst at virka og búgva í Tórshavnar kommunu.



Tórsvøllur


Arbeitt verður av fullari megi við útbyggingini av tjóðarvølli okkara, Tórsvølli. Í september 2014 vóru 900 nýggj sitipláss tøk við suðurendan. Hesi eru undir taki sum tey fyrstu á Tórsvølli.

Arbeiðið at byggja nýggja FSF-bygningin er bara eitt av fleiri byggistigum í umfatandi útbyggingini og menningini av Tórsvølli. Næsta byggistig fatar um eystaru síðu á vøllinum. Tak verður lagt yvir áskoðaraplássini, og aðrir hentleikar verða eisini gjørdir. Stigvíst verður Tórsvøllur soleiðis mentur til ein leikvøll í hægsta altjóða flokki.




Eysturoyartunnilin

Føroya størsta samferðsluútbygging stendur fyri framman. Eysturoyartunnilin verður bygdur, tí landið skal verða knýtt betur saman. Í seinnu helvt av 2019 verður koyrandi undir Tangafjørð. Tá fer tað einans at taka 15 minuttir at koma úr høvuðsstaðnum til Skálafjørðin - til frama fyri vinnulívið og borgarar í Tórshavnar kommunu.



Eystara bryggja

Virksemið á Eystaru bryggju veksur støðugt. Tí verður Tórshavnar havn bygd út á Eystaru bryggu fyri 500 mío. kr. Við hesum veksur kommunan um bingju- og ferðafólkaflutningin og ger tað gjørligt fyri eina møguliga oljuvinnu at nýta Eystaru bryggju. Umstøðurnar fyri verandi virksemi verða betraðar munandi – og hetta fer at gera tað lokkandi fyri nýtt virksemi at søkja havn í høvuðsstaðnum.