
Byggisamtyktir
Á hesari síðuni finnur tú almennu byggisamtyktina og serstøku byggisamtyktirnar í Tórshavnar kommunu og kortskjøl, ið hoyra til tær. Tær flestu bygdirnar í kommununi eru skipaðar eftir serstøkum byggisamtyktum, har ásetingar um bygging o.a. eru tilskilaðar. Tá ið byggisamtyktir eru til hoyringar, eru tær at síggja HER.
Tórshavnar býur (Argir, Hoyvík og Tórshavn) og Kollafjørður eru skipaðir í almennu byggisamtyktini.Tó eru fleiri serstakar byggisamtyktir fyri ávísar býarpartar, sí yvirlitskort yvir serstakar byggisamtyktir.
SERSTAKAR BYGGISAMTYKTIR
Har serstakar byggisamtyktir eru, eru tað fyrst og fremst ásetingarnar í teimum, sum eru galdandi.
Um tað eru ásetingar sum vanta í serstøkum byggisamtyktum, eru tað ásetingarnar í almennu byggisamtyktini, sum eru galdandi.
Serstøku byggisamtyktirnar eru avmarkaðar í kortum, ið hoyra til tær. Í tekstinum stendur eisini, hvørji matr. nr. byggisamtyktin fevnir um. Av tí at fleiri av hesum byggisamtyktum eru gamlar og skrivaðar av fleiri ferðir, er tað staðfest, at feilir eru í tekstinum í ávísum byggisamtyktum, við at fleiri matr. nr. eru gloppin burturúr, tí eru tað kortskjølini, sum verða nýtt til avmarking.
|