Tilmeldingin til stovnspláss í summarfrítíðini tøk
Tilmeldingin til stovnspláss í summarfrítíðini tøk

Hevur tú tørv á dagstovnaplássi ella plássi í frítíðarskúla í summarfrítíðini? Um so er, kanst tú nú søkja um pláss í samanlagda virkseminum.

Í summar leggja stovnar virksemið saman, soleiðis at minst ein frítíðarskúli og ein dagstovnur eru opnir í frítíðini.

Samanlagt virksemi fyri dagstovnar

Samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar

Umhvørvisvikan 2021
Umhvørvisvikan 2021

Umhvørvisvikan verður 1. - 8. mai við nógvum nýggjum og spennandi á skrá til bæði børn og vaksin.

Les skránna, kunna teg um ársins umhvørvisevni og um nýggju átøkini, sum kommunan setur í verk í sambandi við Umhvørvisvikuna.

Umhvørvisvikan 2021

Tilmelding til ruddingardagarnar
Tilmelding til ruddingardagarnar

Í ár verða ruddingardagarnir 7. og 8. mai. Freistin at melda til er hósdagin 6. mai.

Á síðu okkara um ruddingardagarnar kanst tú kunna teg um ruddingardagarnar og melda til. Tú kanst eisini senda myndir inn og vera við í lutakastinum um 4.000 krónur.

Les meira her: 

Ruddingardagar 2021

Lurta
Til lesiveik
KUNNING
Jónas Broncks gøta stongd týsdag til hósdag

Vegna kloakkeftirlit verður Jónas Broncks gøta stongd fyri ferðslu týskvøldið 4. mai til hóskvøld 6. mai frá kl. 19 – 22. Bussleiðin er tó undantikin.

Kunna teg nærri um stongsulin á síðu okkara um veg- og grevstrararbeiði í gerð.

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

KUNNING
Tilmeldingin til stovnspláss í summarfrítíðini tøk

Hevur tú tørv á dagstovnaplássi ella plássi í frítíðarskúla í summarfrítíðini? Um so er, kanst tú nú søkja um pláss í samanlagda virkseminum.

Í summar leggja stovnar virksemið saman, soleiðis at minst ein frítíðarskúli og ein dagstovnur eru opnir í frítíðini.

Samanlagt virksemi fyri dagstovnar

Samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar

TEMA
Umhvørvisvikan 2021

Umhvørvisvikan verður 1. - 8. mai við nógvum nýggjum og spennandi á skrá til bæði børn og vaksin.

Les skránna, kunna teg um ársins umhvørvisevni og um nýggju átøkini, sum kommunan setur í verk í sambandi við Umhvørvisvikuna.

Umhvørvisvikan 2021

  • Vel alt
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel alt
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
05. mai 2021
Heri og Frants Vilhelm fáa Havnina at skína

Ótroyttiligir og í øllum veðri heinta teir burturkast upp í miðbýnum. Teir báðir Heri Jensen og Frants Vilhelm Jacobsen fingu í dag handað heiðursbræv fyri trúgva tænastu.

 

05. mai 2021
Tey gomlu hava ikki vælferðarsjúkur

Pensjónistar í Havn kenna seg ikki aftur í kjakinum um tær ovurstóru útreiðslurnar av teimum eldru. Pensjónistarnir meta ikki, at tey umboða meginpartin av teimum, ið berjast við sokallaðar vælferðarsjúkur. Sum ein vælkendur pensjónistur segði: Tey, ið verða rakt av ringastu vælferðarsjúkunum, gerast sjáldan pensjónistar.

04. mai 2021
Kloakkeftirlit í Jónas Broncksgøtu

Vegna kloakkeftirlit verður Jónas Broncks gøta stongd fyri ferðslu frá í kvøld 4. mai til hóskvøldið 6. mai millum kl. 19 og 22. Bussleiðin er tó undantikin.

04. mai 2021
Forskúlabørn á gátt hjá borgarstjóranum
Í morgun vitjaðu forskúlabørn í Sankta Frans skúla á Ráðhúsinum. Børnini fingu eitt prát við borgarstjóran og høvdu eisini eina fína mappu við. Í mappuni vóru tekningar av ymiskum, sum Tórshavnar kommuna fæst við. Forskúlabørnini …
03. mai 2021
Klippið trø og runnar móti vegi

Tórshavnar kommuna heitir á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.

03. mai 2021
Trom-upptøkur á Landavegnum

Vegna Trom-upptøkur verður ein partur av Landavegnum stongdur fyri gjøgnumkoyring í dag. Hetta er frá rundkoyringini við Frælsið til Jøkulstræti, har stongt er fyri allari gjøgnumkoyring í dag frá kl. 15 til 17. Bussleiðin er undantikin.

Umhvørvisvikan 2021
Umhvørvi
Umhvørvisvikan 2021

Umhvørvisvikan verður 1. - 8. mai við nógvum nýggjum og spennandi á skrá til bæði børn og vaksin. Les skránna, kunna teg um ársins umhvørvisevni og um nýggju átøkini, sum kommunan setur í verk í sambandi við Umhvørvisvikuna.

Barnagarðsbørn vitja á Westward Ho
TEMA/DAGSTOVNUR
Barnagarðsbørn vitja á Westward Ho

Westward Ho bjóðar í mai 2021 forskúlabørnum og eldri barnagarðsbørnum at vitja umborð á sluppini. Vitjanirnar fara fram, meðan skipið liggur við kei. Les um, hvat børnini uppliva umborð, og hvussu tú teknar flokkin ella bólkin til eina vitjan.

Rehabiliteringsdepilin Urd letur upp
Umsorgan og røkt
Rehabiliteringsdepilin Urd letur upp

Nú letur nýggi umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd upp. Les um depilin í Hoyvík, sum skal hjálpa borgarum at vera heima sum longst.

HOYRING
Uppskot til leiðreglur fyri Tórsbreyt

Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs samtykti á fundi 14. apríl 2021 at senda uppskot til leiðreglur fyri Tórsbreyt til hoyringar hjá viðkomandi ítróttafelagsskapum.

ALMENN HOYRING
Broyting av byggisamtyktini fyri matr. nr. 1175i, Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. februar 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri matr. nr. 1175i, Tórshavn.

ALMENN HOYRING
Broyting av byggisamtyktini fyri Nólsoy

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. mars 2021 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri Nólsoy.

Uppskotið snýr seg um at broyta part av matr. nr. 126a, Nólsoy, frá C-havnaøki til D-øki.