Heilsu- og umsorganartænastan

Kjarnuuppgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt at stuðla borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið. Heilsu- og umsorgnanartænastan er skipað við einum stjóra og trimum eindum, hvør við sínum leiðara.

Í samlaðu Heilsu- og umsorganartænastuni eru 375 ársverk. Tilsamans starvast umleið 550 fólk í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Í Heilsuhúsinum er tvørfaklig visitasjón til røktartænastur og tilboð. Heilushúsið veitir eisini ávísar tvørgangandi tænastur til røktareindirnar og stendur fyri fyribyrgjandi tilboðum, venjingum, heimavitjanartænastu, rehabilitering v.m.

Borgarar, sum hava tørv á tænastum og tilboðum - eitt nú at søkja um røktarbúpláss ella heimahjálp, skulu venda sær til móttøkuna í Niels Finsens gøtu 31. Har ber eisini til at fáa vegleiðing um umsóknarbløð, tænastur, tilboð, rættindi v.m.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Stjóri í Heilsu- og umsorganartænastuni er Eyðfríð L. Jacobsen, og eindarleiðarar eru Asta Marjunardóttir og Maiken Olsen. Heilsuhúsið heldur til í Brekkutúni 1 í Hoyvík. Les meira um bygnaðin í Heilsu- og umsorganartænastuni HER.
Kunna teg nærri
Heilsuhúsið
Brekkutún 1
FO-188 Hoyvík

Telefon 30 20 00
Mán.- hós. kl. 8.00-15.30.
Fríggjadag 8.00-15.00.

Hava tygum átrokandi boð uttan fyri vanligu telefontíðina ber til at ringja hesi nummur:

Sjúkrarøktarfrøðingar millum kl.15.30 – 07.00: telefon 79 31 99

Starvsfólk (heimahjálp) í vesturbýnum
millum 15.30 – 23.00: telefon 79 31 21

Starvsfólk (heimahjálp) í eysturbýnum millum 15.30 – 23.00: telefon 79 31 61

Teldupostur til móttøkuna: heilsuhusid@torshavn.fo
Matartænastan
Góður kostur er alneyðugur. Her fáa tygum at vita, hvussu tygum kunnu bíleggja døgurða frá Lágargarði. Umsóknarblað og leiðbeining um tilmelding, sjúkrakost, kostnað og gjald: Tilmeldingarseðil til matartænastuna.pdf