Oyggjadagur 2018


Í ár er skráin eitt sindur øðrvísi enn í fjør. Umframt at vitja 3 oyggjar ein og sama
dag (túrar 1,2 og 3), har gongutúrar eru í Hesti, ber eisini til at fara beinleiðis túr til
Nólsoyar (túrur 4) og Koltur (túrur 5).

Velur tú túr 1, 2 ella 3, verður farið av Gomlurætt ávikavist kl. 08.00, 10.00 og 12.00.
Og síðani heldur tú teg neyvt til skránna fyri túrin.
Prísurin fyri túrin er kr. 250,- fyri vaksin og kr. 175,- fyri børn undir 12 ár.

Velur tú túr 4, verður farið av Havnini við Ternuni kl. 12.30, og ætlanin er at fara
úr Nólsoy kl. 19.25 ella 22.20.
Prísurin fyri túrin er kr. 200,-

Velur tú túr 5, er fráferðin av Gomlurætt kl. 11.00 og úr Koltri kl. 15.00.
Prísurin fyri túrin er kr. 250,-

Verður veðrið ikki til vildar, verða túrarnir avlýstir og peningurin verður endurgoldin!

Við í prísinum er flutningur millum oyggjarnar, gongutúrar við ferðaleiðarum,
frásøgufólk í Koltri og bygdahugni í Nólsoy við tónleiki og øðrum.

Matur er ikki við í prísinum, men tað ber til at keypa ymist til matna í Hesti og
Nólsoy. Minst til at hava reiðan pening við!



Tórshavnar kommuna skipar fyri degnum saman við staðbundnu nevndunum í kommununi.
Atgongumerki
Atgongumerki til Oyggjadagin eru til keyps hjá Visit Tórshavn við Steinatún. Upplatingartíðir sí HER.
Skráin
Skráin fyri Oyggjadagin 2018 sæst HER