Skúlin á Fløtum
Listafólk at listprýða Skúlan á Fløtum
Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt av at geva øllum listafólkum møguleika at koma við uppskoti at listprýða Skúlan á Fløtum.

Miðað verður eftir, at Skúlin á Fløtum verður listprýddur á høgum listarligum stigi og í góðum samspæli við byggilistina, virksemið og fólkið, sum bygningurin skal hýsa.

Skúlin á Fløtum

Við ársbyrjan 2015 vórðu Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli lagdir saman í ein skúla. Tað er hesin samanlagdi skúlin, sum hevur fingið heitið Skúlin á Fløtum og verður bygdur í vesturbýnum. Vinnandi uppskotið til skúlan er “Eindirnar í heildini”, sum toymið EIND Í/F við Árna Winther arkitektum, ZETA architects, Brim arkitektum, SMJ og LBF hava gjørt.

Arbeiðsánari og byggiharri er Tórshavnar kommuna, og arbeiðstakari er Articon/Búsetur Í/F.

Arbeiðið byrjaði á sumri 2016, og eftir ætlan stendur skúlin liðugur á sumri í 2020. Eisini verður frítíðarskúli og ítróttarhøll partur av skúlanum.

Krøv til listprýðingina
Sambært reglugerð hjá Tórshavnar kommunu verða 1,5 % av byggikostnaðinum sett av til at listprýða nýggjar bygningar hjá kommununi.

Í høvuðsheitum hevur Listabólkurin eingi beinleiðis innihaldslig krøv til listprýðingina uttan tað, at listafólkini eiga at hava fyrilit fyri móttakaranum. Skúlin hevur tó í byggiskránni ynski um, at innlæring er sjónligt og sniðfast høvuðsevni, sum eisini kann fata um likamligu rørslur næminganna.

Listabólkurin leggur dent á, at hesi ynski kunnu nýtast sum íblástur.

Listafólk kann gera uppkast til listprýðing allastaðni í bygninginum bæði innan- og uttandura. Eitt uppkast er eitt fyribils hugskot ella ætlan um eitt listaverk og sostatt ikki eitt liðugt uppskot.

Torført er at meta um vavið, men talan kann vera um tekst og tekning á einari ella tveimum A4-síðum, har greitt verður frá hugskotinum at listprýða bygningin. Tað er upp til listafólkið at gera av, í hvørjum formi uppkastið er.

Tilgongdin
1. Listafólk, sum vilja taka lut í útbjóðingini, skulu siga Listabólkinum frá við telduposti til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 1. mars 2018 kl. 12.00.

2. Listafólk, sum hava boðað frá luttøku, verða boðin til kunningarfund í fundarhølinum á Fløtum, Janusargøta, mánadagin 12. mars 2018 kl. 16.00.
Til staðar verða arkitektarnir og listabólkurin, sum greiða frá verkætlanini, og tilfar um skúlan verður útflýggjað.

3. Listafólkini lata uppskot inn við frágreiðing um listaverkini. Í uppskotinum skal upplýsast, hvør kostnaðurin verður íroknað uppseting av listaverkunum. Afturat hesum skal neyvt útgreinast, hvat tilfar verður nýtt til listaverkini.

4. Listabólkurin metir um innkomnu uppskotini og skilar sær rætt til frítt at velja millum uppskotini og lata einum ella fleiri listafólkum uppgávuna ella ikki at taka av nøkrum uppskoti.

5. Tá ið listabólkurin hevur tikið avgerð um, hvør ella hvørji listafólk verða biðin um at gera listaverkið/listaverkini, verður sáttmáli gjørdur við viðkomandi listafólk, har m.a. treytir fyri avhending, uppseting, kostnað og annað verða ásettar.

6. Uppskotini skulu vera Listabólkinum í hendi í seinasta lagi 1. mai 2018, kl. 12.00. Uppskotini skulu sendast til torshavn@torshavn.fo

Við støði í eini heildarmeting av uppskotunum tekur Listabólkurin endaliga støðu til, hvørji listafólk fáa uppgávuna at listprýða Skúlan á Fløtum. Avgerðin verður m.a. grundað á dygdina í uppskotunum og samanspælið við staðið, byggilistina, skúlan og brúkararnar.

Listabólkurin tilskilar sær rættin at fylgja gongdini í arbeiðinum og til eina og hvørja tíð at siga upp avtaluna, verður mett, at gongdin ikki er nøktandi.

Listabólkurin tilskilar sær eisini rættin at heita á listafólk um at koma við uppskotum til listprýðingina.

Listabólkurin skilar sær rætt til at sýna verkini fyri almenninginum, skuldi avgerð verðið tikin um tað.

Tekningar og tilfar
Tilfar um Skúlan á Fløtum við myndum, flatmyndum, støðumyndum av økinum uttanum og tekningum kann heintast HER

Spurningar og svar
Eru spurningar hesum viðvíkjandi, eru tygum vælkomin at venda tygum til:

Jákup Simonsen, ábyrgdarhavandi fyri listasavn kommununnar

Teldupostur: jakup@torshavn.fo
Tel: 302010/214023

Lýsing
Við ársbyrjan 2015 vórðu Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli lagdir saman í ein skúla. Tað er hesin samanlagdi skúlin, sum hevur fingið heitið Skúlin á Fløtum og verður bygdur í vesturbýnum. Tilfar um vinnandi uppskotið hjá Árna Winter arkitektum, ZETA architects, Brim arkitektar, SMJ og LBF sæst aðrastaðni her á síðuni.

NAVNAKAPPING
Navnakapping hevur verið á torshavn.fo. Ikki færri enn 252 uppskot komu inn. Hesi vórðu løgd fyri gøtunavnanevndina at taka støðu til.

Treytir í sambandi við navnakappingina vóru, at navnið skal vera lætt at siga og ikki vera ov langt, at „skúli“ skal vera partur av heitinum – ella skal navnið vera av slíkum slag, at einki er at ivast í, at talan er um ein skúla.

Freistin at lata uppskot inn var 26. mai 2015. Nøkur uppskot ganga aftur, men talan var um 112 ymisk uppskot, sum lúka treytirnar.

21 skutu upp at geva skúlanum navnið „Skúlin á Fløtum“, og tað gjørdist vinnandi navnið. Hetta varð avdúkað 8. juni 2015. Í lutakasti millum tey 21 gjørdist tyrluskiparin Andreas Mouritsen í Hoyvík vinnari. Hini fáa eina heilsu frá kommununi.

BYGGISKRÁIN FYRI SKÚLAN Á FLØTUM
SAMTYKT OG HUGSKOTSKAPPING Í GONGD

22. oktober 2015 samtykti Tórshavnar býráð byggiskránna fyri Skúlan á Fløtum – http://www.saf.fo

Byggiskráin lýsir fyritreytir, námsfrøðilig og teknisk viðurskifti í sambandi við bygging av nýggjum fólkaskúla úti á Fløtum, sum kemur at hava fleiri enn 850 næmingar og á leið 100 starvsfólk.

Næsta stigið í verkætlanartilgongdini er hugskotskappingin. Hugskotskappingin snýr seg um, at ráðgevaratoymi, ið eru samansett av arktitekta- og verkfrøðingafyritøkum, geva sítt boð uppá, bestu loysnina, sum m.a. lýsir snið, bygnað, ætlan, staðseting, atkomu, hvussu bygningurin/bygningarnir hanga saman og knýti ímillum ymisku virksemini.

Fýra ráðgevaratoymi eru undangóðkend til at luttaka í hugskotskappingini og eru tey farin í gongd. Tey eru:

• 
Elvi (Selmar Nielsen Arkitektar, Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, LBF og SMJ) 

BIGKONTRAST (BIG-Bjarke Ingels Group, Kontrast byggilist og byggifrøði, LBF, SMJ) 

Árni Winter arkitektar, ZETA architects, SMJ og LBF 

MAP Arkitektar, Arkitektar 99, LBF og PB-Consult  

Toymini hava fram til fríggjadagin 18. desember 2015 kl. 13 at lata sítt uppskot til kappingina. Hareftir farið verður undir at velja samanlagt bestu verkætlanarloysnina og síðani verður farið undir gerð av skipanaruppskoti í januar 2016.

Sjálv skúlabyggingin verður skipað í trý byggistig. Sambært tíðarætlanini verður fyrsta byggistig liðugt í juli 2018, og tá flytur miðdeildin (4.- 6-fl.) inn í skúlan. Annað byggistig er til hádeildina (7.-9.fl.), og tað verður liðugt í juli 2019 og fevnir eisini um eina ítróttahøll. Í juli 2020 verður triðja byggistig liðugt, og tá flytur grunddeildin (forskúli-3. fl. og frítíðarskúli) inn í skúlan.

Byggiskráin og fylgiskjøl kunnu síggjast her:

Byggiskrá 1. Partur.pdf
Byggiskrá 2. Partur.pdf
Byggiskrá 3. Partur.pdf
Skúlin á Fløtum_Fylgiskjøl 1, 2, 3, 4, 5 og 6.pdf
Serstøk byggisamtykt fyri Marknagil.pdf



Støðan

Skúlin á Fløtum verður eftir ætlan liðugur at taka í nýtslu í 2020.
 
Vevmyndatól

Vevmyndatólá byggiøkinum sæst á hesi slóð: http://88.85.35.210

21. februar 2018


Knappliga eitt ár eftir at fyrsta skotið var latið av, eru stálbjálkarnir uppsettir yvir ítróttarhøllini, sum er oyggj 6, og byrjað er at leggja dekkelementir.

Sunnanfyri, í oyggj 7, verða veggir, súlur og dekk stoypt á staðnum. Fyribils timburklæðingin er til innilokan av bygninginum, soleiðis at arbeiðast kann inni, áðrenn útveggirnir verða uppsettir.


1. februar 2018
Listafólk eru boðin at listprýða skúlan. Øll listafólk kunnu bjóða seg fram. Listafólkini boða kommununi frá á torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 1. mars 2018. Settar eru 2,5 mió. kr. til endamálið. Tilfarið um skúlan saman við tekningum sæst HER

14. november 2017


Stálbjálkar eru nú komnir á plássið. Teir verða settir saman við skrástívarum á staðnum og síðani drignir upp á pláss. Gittarbjálkarnir bera gólvið og takið yvir ítróttarhøllini og eru 27 m langir og millum 6 og 8 m høgir.

Innveggirnir og lyftugongir verða eisini stoyptar.



4. oktober 2017


Tað gongur væl at stoypa. Fundament verða stoypt, og arbeitt verður við at seta upp forskalling og stoypa veggir um ítróttarhøllina á norðursíðuni.
 
Rør og leiðingar til hita, vatn, el og annað verða løgd i lendið.

Skúrar eru settir upp til arbeiðsfólk sunnan fyri bygningin. Í løtuni eru umleið 45 fólk á plássinum.


1. september 2017

Fyrstu fundamentini til skúlan eru nú stoypt. Bygningurin er settur saman av 7 eindum og einum felagsøki, sum bindur eindirnar saman.

Eindirnar verða nevndar oyggjar, og byrjað er at stoypa oyggj 6. Síðani verður oyggj 7 stoypt. Hesar oyggjar eru í 4 hæddum og venda vestureftir ímóti Marknagilsvegnum.

11. juli 2017
Jørð- og lendisarbeiðið gongur væl.

Jørðarbeiðið undir bygninginum er um at verða liðugt, og farið er undir at leggja kloakk.

Byggikrani er settur upp til betongarbeiðið, sum byrjar fyrsta dagin.

Lendisarbeiðið norðan fyri skúlan verður gjørt nú. Økið verður fyrireikað til at seta niður trø og runnar. Eisini verða øki, har gras verður sátt. Partar av helluni verða reinsaðir um eina tjørn. Og ein rennibreyt verður gjørd um skúlan.

15. mai 2017
Arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður.

Arbeiðstakarasáttmáli var 10.05.2017 undirskrivaður við Articon-Búsetur Í/F, sum bjóða sær at byggja nýggja skúlan fyri kr. 247 mill.

Skúlin, sum verður 11.600 m2 til støddar, skal verða liðugur 2. juni 2020.

Umframt frítíðarskúla, skal skúlin húsa trimum sporum upp til 7.flokk, og fimm sporum í 8.- og 9.flokki. Tilsamans 850 næmingar koma at ganga í skúlanum, og starvsfólkatalið verður umleið 100.

3. mars 2017
Fyrsta skotið varð latið av 27. februar 2017. Í nýggja fólkaskúlanum úti á Fløtum fara fleiri enn 850 næmingar at ganga, og á leið 100 starvsfólk verða knýtt at skúlanum.

30. november 2016
Býráðið samtykti 27.10.16 at taka undir við tilmælinum frá Eind, um at fara í partalagssamráðingar (Stig 1) við Articon/Búsetur, sum høvdu lægsta tilboðið.

Arbeitt verður saman við ráðgevarunum og kommununi við tillagingum/broytingum og er avtalað at fáa mynduleikaprojektið liðugt til 31.03.17.

Roynt verður eisini at spara verkætlanina niður á kostnaðarmetingina.

27. oktober 2016
​Av tí at tilboðini til fyrru licitatiónina vóru mett at verða ov høg, var nýggj licitatión hildin við luttøku av somu arbeiðstakarum.

Innkomnu tilboðini vóru:

Articon/Búsetur kr. 267.809.320,22

MTHøjgaard kr. 287.151.814,00

TG Verk oa. kr. 298.955.524,00

Ráðgevararnir gjøgnumganga tilboðini og koma við einum tilmæli til kommununa.

20. mai 2016
​Fyri at halda tíðarætlanina varð avgjørt at bjóða avgrevsturin út, áðrenn projekteringin var liðug. Eisini fæst betri grundarlag fyri jørðarbeiðinum.

Articon - Búsetur gera arbeiðið, sum skal verða liðugt 01.08.2016.

Januar 2016
Almenn framsýning við uppskotunum til Skúlan á Fløtum varð sett fríggjadagin 8. januar 2016. Umboð fyri dómsnevndina greiddu frá dómsnevndarálitinum.

Framsýningin við teimum fýra uppskotunum var opin í Niels Finsens gøtu 17, 1 hædd frá 8. januar - 22. januar 2016. Opið var yrkadagar kl.13-17.
Tórshavnar býráð hevur samtykt, eftir tilmæli frá mentamálanevnd og fíggjarnevnd, at staðfesta úrskurðin og innstillingina hjá dómsnevndini fyri Skúlan á Fløtum. Vinnandi uppskotið gjørdist “Eindirnar í heildini”, sum toymið við Árna Winther arkitektar, ZETA architects, Brim arkitektum, SMJ og LBF hava gjørt.

Niðanfyri sæst tilfar um Skúlan á Fløtum, sum liggur til grundar fyri úrskurði dómsnevndarinnar.

36912_Skúlin_Fløtum_Planche5.pdf

36912_Skúlin_Fløtum_Planche4.pdf

36912_Skúlin_Fløtum_Planche3.pdf

36912_Skúlin_Fløtum_Planche2.pdf

36912_Skúlin_Fløtum_Planche1.pdf

36912_Skúlin_Fløtum_Hefti2..pdf

36912_Skúlin_Fløtum_Hefti1.pdf

36912_Skúlin_Flørum_Tíðarætlan.pdf

Stutt og greitt
Arbeiðsánari: Tórshavnar kommuna
Byggiharri: Tórshavnar kommuna
Arbeiðstakari: Articon/Búsetur Í/F
Tíðarætlan: Arbeiðið byrjaði á heysti 2016. Verður tikin í nýtslu í 2020. Samlaður fíggjarkarmur: 383 mió. kr.
Tilfar til listafólk um listprýðingina sæst HER
Kunna teg nærri
Sigurð Ó. Vang
formaður í bygginevndini / Mentamálaleiðari
t-post: sigurd@torshavn.fo
telefon 213923

Eivind Danielsen

verkætlanaraleiðari
t-post: eivind@torshavn.fo

Jákup Simonsen
form. í Listabólkinum
t-post: jakup@torshavn.fo
telefon 302010/214023

Meira kunning um Skúlan á Fløtum sæst á netsíðu skúlans: saf.fo
Framløga um skúlan
Her ber til at kunna seg nærri um Skúlan á Fløtum. Sí framløgu: Framløga_Stig 1_2017.pdf(