Umsókn um at Tórshavnar kommuna yvirtekur veg
Nógvir vegir í kommununi eru privatir. Hesir krevja viðlíkahald og skulu eisini røkjast privat, tá ið eitt nú kavi er. Tí er Tórshavnar kommuna sinnað at yvirtaka privatar vegir í kommununi, og heitir kommunan á fólk um at senda eina fráboðan um hetta. Fyll út umsóknina niðanfyri, ið verður send kommununi.
Tórshavnar kommuna kann í útgangsstøðinum yvirtaka allar privatar vegir, har tað eru fleiri enn eini hús, og har vegurin hevur praktiskan týdning fyri fleiri borgarar.
|