Fysioterapi

Átta fysioterapeutar, ein heilsurøktari og ein leiðandi fysioterapeutur manna fysioterapeuttoymið, hvørs uppgávur eru at hava liðvenjingar, ráðgeva um hjálpartól, “flyting”, samdøgursendurvenjing, endurvenjing og heilsustimbrandi venjingar - bæði til heimabúgvandi og teirra, sum búgva inni á røktarheimi, ellisheimi ella sambýli. Toymið ráðgevur eisini starvsfólki.

Fysioterapi verður veitt einstaklingum og bólkum til tess at menna, halda við líka ella endurvinna mest møguliga rørslu og virkni alt lívið. Eisini tá ið rørsla og virkisførleiki eru hótt vegna aldur, skaða, sjúku ella vegna umhvørvi. Virknisrørsla (functional movement) er eitt kjarnumát fyri, hvat tað merkir at vera frískur.

Venjingarhølini eru á Boðanesheiminum, Tjarnagarði, Lágargarði og í Badmintonhøllini

Hvør kann fáa fysioterapi?
Øll fólk oman fyri 67 ára aldur kunnu venja í Badmintonhøllini og kunnu søkja um at fáa samdøgursendurvenjing.

Aldrandi borgarum oman fyri 67 ára aldur, sum hava tørv á endurvenjing, stendur í boði at fáa fysioterapi. Tað kann vera tey, sum eftir skaða ella sjúku eru likamliga viknaði, og har tað verður mett, at virkisførleikin kann gerast betri við venjing

Gjald fyri venjing
200 kr. um mánaðin, tá ið vant verður á liði.

Hvør ávísir til venjing?
Tað kann vera visitator, Heilræði, heimatænastan, røktarstarvsfólk, borgarin sjálvur ella avvarðandi.

Ávísing verður send talgilt í sjálvgreiðsluni HER.

Síðani ger ein fysioterapeutur eina fysioterapeutiska metan og setur tiltøk í verk.
Venjingartilboð til heimabúgvandi
Yvirlit yvir venjingartilboð til heimabúgvandi sæst HER.
Ávísing
Ávísing til fysioterapi og ergoterapi ber til at fylla út talgilt og senda avstað HER
Starvsfólk í toyminum
Jákup Petur Eliassen, deildarleiðari
Tel 793145
jakupp@torshavn.fo

Andras Nolsøe, fysioterapeutur
Tel 793158
andrasn@torshavn.fo

Susan Larsen, fysoterapeutur
Tel 793142
susanl@torshavn.fo

Lív Michelsen, fysioterapeutur
Tel 793144
livm@torshavn.fo

Niklas Reginsson, fysioterapeutur
Tel 793141
niklasr@torshavn.fo

Durita Reinert, fysioterapeutur
Tel 793143
duritar@torshavn.fo

Hugin Kárason Mortensen, fysioterapeutur
Tel 793157
hugink@torshavn.fo

Gerda Bjarkadóttir Magnussen, fysoterapeutur
Tel 793139
gerda@torshavn.fo

Anna Joensen, Cand Scient í ítrótti
Tel 793157
annajo@torshavn.fo

Malan Patursson, heilsurøktari
Tel 793138
malanp@torshavn.fo

Reidunn Rasmussen, fysioterapeutur
(Barnsburðarfarloyvi)
Tel 793143
reidunnr@torshavn.fo

Bára Krosslá Mortensen, fysioterapeutur
(Barnsburðarfarloyvi)
Tel 793139
barak@torshavn.fo