Ruddingardagar 2020

Ruddingardagurin fyri skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar verður fríggjadagin 15. mai, og ruddingardagurin fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg og onnur leygardagin 16. mai.

Freist
Seinasta freist at melda seg til ruddingardagar 2020 er hósdagin 14. mai.

Tilmelding
Melda til vegna ávikavist 1) Eigarafelag, ítróttafelag ella onnur 2) Skúla, frítíðarskúla ella dagstovn.

 
 
 


Vegleiðing til tilmelding
1. Suma inn á kortinum til økið, sum tit vilja rudda
2. Trýst á “Melda til” knøttin ovast í høgra horni

3. Vel økið og fyll út teigar við reyðum kanti í høgru síðu
(Trýst á “Back” knøttin, um tú hevur valt skeivt økið)
4. Trýst á “Save” knøttin
5. Tú fært ein sjálvvirkandi teldupost innan fáar minuttir, tá ið tú hevur sent tilmeldingina

Kunning
Ruskposar skulu avheintast ókeypis hjá Reinhaldinum í Varðagøtu 5, mánadag til fríggjadag (15. mai) kl. 8.00 - 15.00.

Tá ið liðugt er at rudda, kunnu ruskposarnir setast fram við vegnum og fyri avheintan ringja á

1. Tlf. 254010 fyri Tórshavn
2. Tlf. 254003 fyri Kollafjørð

Somuleiðis ber til sjálvi at avhenda ruskposarnar á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla millum kl. 10.00-17.00.
Bingjur verða settar á hesi økir: Nólsoy, Kollafirði, Kaldbak, Velbastað, Kirkjubø og Norðradali.