tónlistaskúli
Lýsing

Tað vóru rungandi lógvabrestir at hoyra av áskoðaraplássunum í Býráðssalinum 30. mars 2017, tá ið Tórshavnar býráð endaliga samtykti nýggjan Musikkskúla.

Skúlin kostar slakar 96 milliónir. Skúlin verður umleið 2600 m2. Konserthøllin kann hýsa stórum framførslum við upp til 320 áskoðarum. Upp móti 800 næmingar verða knýttir at skúlanum.

Musikkskúlin verður bygdur í umhvørvinum við Landavegin við m.ø. Skúlanum á Fløtum og Glasir sum grannum. Umframt at hýsa tónleiki verður talan um mentanarhús við rúmd fyri nógvari aðrari list.

Samtykt varð 30. mars 2017 at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Húsavarðartænastuni.

Støða
Arbeiðið byrjaði í mai 2017 og hevur gingið væl. Væntandi verður bygningurin endaliga klárur at taka í nýtslu í juni 2019.

Navna- og búmerkjakapping
Mentamálanevndin hevur samtykt at skriva út navna- og búmerkjakapping fyri skúlan. Um byggilistarliga hugskotið handan henda serstaka bygningin sigur arkitekurin m.a.:

- Hugskotið hevur sín íblástur í staðnum, virkseminum og tí føroysku náttúruni. Myndin av mongu klettunum, sum standa í vallaða lendinum er høvuðsíblásturin. 


- Byggingin er ein ímynd av tveimum klettum. Annar kletturin er klovin. Í millumrúminum, skarðinum, kemur ímyndin av einari tidnu ella einum jaspis undan, innihaldandi møguleika fyri framførslum og venjingum. Omaná tidnini er felagsøki, næmingarúm og nótabókasavn. Minni venjingarhølini eru staðsett í vestari síðuni og størri venjingarhølini í eystari síðuni á klovna klettinum. Umsitingareindin er staðsett í útsynningshorninum.

Sí hjálagt skjal: Navna og búmerkjakapping.docx 




Stutt og greitt
Arbeiðsánari: Tórshavnar kommuna
Byggiharri: Tórshavnar kommuna
Arbeiðstakari: Sp/f Húsavarðatænastan
Ráðgevar: Sp/f Kontrast við undirráðgevum P/F SMJ, P/F LBF og Sp/f HMP consult
Tíðarætlan: Liðugur á sumri 2019.
Fíggjarkarmur: Umleið 96,5 mio.kr.

Kunna teg nærri
Sigurð Ó. Vang
Mentamálaleiðari
t-post: sigurd@torshavn.fo
telefon 213923

Unnie Justinussen
verkætlanarleiðari
t-postur: unnie@torshavn.fo