Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu
Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu

Vit hava fingið nýggja heimasíðu, og vit vilja fegin frætta frá tær. Nýt knøttin í vinstra bredda til at siga okkum tína hugsan.

Tú kanst kunna teg um nýggju síðuna og hentleikarnar her:

Nýggja heimasíðan

Lurta
Til lesiveik
KUNNING
Vegaarbeiði á Signabø týsdagin og mikudagin

Vegna gerð av tveimum nýggjum vegaundirføringum uttanfyri nr. 22 og nr. 27 á Signabø, verður vegurin stongdur fyri allari gjøgnumkoyrandi ferðslu bæði týsdagin 24. og mikudagin 25. november frá kl. 09 til 16.

Kunna teg nærri her: 

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

TÍÐINDI
Skoytubreytin á niðara vølli í Gundadali

Nú kunnu børnini gleða seg til, at skoytubreyt í fullari stødd verður løgd á niðara vølli í Gundadali. Arbeiðið byrjar longu í dag, 24. november. 

Kunna teg nærri her: 

Skoytubreyt á niðara vølli í Gundadali

ÚTBOÐ
Øki til sethús og íbúðir á Miðhorn

Tórshavnar kommuna bjóðar út eitt grundøki á Miðhorn til at gera leiguíbúðir. Somuleiðis bjóðar kommunan út eitt grundøki til eina útstykking til sethús ella raðhús.

Talan er um 7000 m2 til at stykkja út til sethús ella raðhús og aðrar 5700 m2 til at byggja og umsita leiguíbúðir.

Øki til sethús og íbúðir á Miðhorn

  • Vel alt
  • Bústaður og bygging
  • Býur og ferðsla
  • Dagstovnur og skúli
  • Vinna
  • Hoyringar, avgerðir og loyvir
  • Náttúra, mentan og frítíð
  • Persónlig viðurskifti
  • Politikkur og fólkaræði
  • Umsorgan og røkt
  • Heilsa
26. november 2020
Tilhaldið jólagudstænastu í Hoyvíkar kirkju

Nú týsdagin 1. desember kl. 10 fer Tilhaldið á vitjan í Hoyvíkar Kirkju, har Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur, lesur jólaevangeliið.

Tilhaldið boðar frá, at øll koronatilmælini um spritting og frástøðu verða hildin.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

26. november 2020
Skoytibreytin letur upp leygardagin 5. desember

Eftir ætlan letur skoytibreytin á niðara vølli í Gundadali upp fyri almenninginum leygardagin 4. desember. Skoytibreytin verður í fullari stødd, tað vil siga umleið 30 x 25 metrar.

Lýst verður seinni um upplatingartíðir og um hvørji onnur tiltøk vera við vøllin. Mett verður ikki at nakrir trupulleikar eru at fáa vøllin lidnan til tíðina – men veðrið er sjálvandi avgerandi.

26. november 2020
Signabøvegur stongdur til fríggjadagin

Signabøvegur á Signabø er stongur fram til fríggjadagin 27. novembur vegna vegarbeiði.

25. november 2020
Býráðsfundur 26. november

Býráðsfundur verður hóskvøldið 26. novembur kl.18. Skráin er nú tøk.

24. november 2020
Havnar Kajakkfelag ruddað Havnarvág

Kajakfelagið fekk nakað herfyri umhvørvisstuðul til at keypa nýggja útgerð, ið skal brúkast til at rudda vágna nakrar tímar um vikuna. Nú hava tey ruddað, og nógv var at pilka upp úr sjónum.

24. november 2020
Skoytibreyt í fullari stødd á niðara vølli í Gundadali

Nú kunnu børnini gleða seg til at skoytibreyt í fullari stødd verður løgd á niðara vølli í Gundadali.

Staðsetingin í krókinum móti B36-húsinum gevur møguleika at hava skoytibreytina í fullari stødd, tað vil siga umleið 30 x 25 metrar.

Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu
Nýggja heimasíðan
Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna hevur fingið nýggja heimasíðu. Far á kanningarferð á heimasíðuni ella les um nýggju hentleikarnar her.

Uppliv listina í Tórshavn
List
Uppliv listina í Tórshavn
Í Tórshavnar kommunu hevur tú nógvar møguleikar fyri at uppliva list. Her finnur tú bæði málningar, installatiónir og høggmyndir eftir bæði yrkislistafólkum og áhugalistafólkum. Listina hittir tú bæði á søvnunum, í mentanarhúsunum…
Kommunuvalið 2020
Kommunuval
Kommunuvalið 2020

10. november er kommunuval og val til staðbundnar nevndir. Her er alt, tú skalt vita um brævatkvøður, koronufyribyrging og mannagongdir í sambandi við valið. 

Almenn hoyring
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. oktober 2020 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga, partur av matr. nr. 139a, Hoyvík.

Almenn hoyring
Broyting í almennu byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 894a, 894b og 913

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. oktober 2020 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 894a, 894b og 913, Tórshavn.

Almenn hoyring
Nýggj serstøk byggisamtykt Yviri við Strond

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. september 2020 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt Yviri við Strond, matr. nr. 619, 620o, 651g, 651b, 651l, 651k og 651i.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking