Kommunuval 2020

Týsdagin 10. november 2020 verður val í øllum føroyskum kommunum.

Sama dag verður skipað fyri vali til staðbundnu nevndirnar í Tórshavnar kommunu, eins og skipað verður fyri skúlastýrisvali.

Ein valnevnd, sum býráðið velur, hevur evstu ábyrgdina av kommunuvalinum. Aftrat henni eru valstýri, sum taka sær av valinum úti í teimum ymsu atkvøðuøkjunum.

Niðanfyri er ymisk viðkomandi kunning um valrætt og brævatkvøður í sambandi við kommunuvalið.

Finnur tú ikki tað, tú leitar eftir, ber til at ringja til Snarskivuna á 30 20 10.

Upplatingartíðirnar eru mánadag til hósdag kl. 9.00 -16.00 og fríggjadag kl. 9.00 -15.00.

Tú hevur valrætt og valbæri til kommunuval um:

  • tú ert 18 ár og annars lýkur treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið
  • tú ert tilmeldaður fólkayvirlitinum í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram og
  • tú valdagin framvegis ert búsitandi í kommununi.

Ríkisborgarar úr øðrum londum hava valrætt og valbæri til kommunuval, um teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum. Hetta er eitt undantak til kravið um, at tú skalt lúka treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið fyri at kunna velja til kommunuvalið.

Fyri at útinna valrættin skalt tú standa á vallistanum í kommununi.

Um onkur er komin á vallistan, men sum ikki longur er fastbúgvandi í kommununi, hevur hann ikki rætt til at velja.

Lesandi, sum hava bústað uttanlands, hava ikki valrætt og valbæri til kommunuval, grundað á at tey hvørki lúka treytina um at vera tilmeldað fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn valdagin, og um at vera búsitandi í kommununi sjálvan valdagin.

Flytir veljari í aðra kommunu innanfyri 14 dagar áðrenn valdagin, hevur hann ikki atkvøðurætt í nakrari kommunu.

Í seinasta lagi 2 vikur undan valinum sendir kommunan valkort út til allar veljarar. Kortið skal veljarin hava við sær, tá hann møtir á valstaðnum ella velur at brævatkvøða.

Um valkortið av einhvørjari orsøk ikki kemur fram við postinum ella einhvør villa er íkomin, skal veljarin venda sær til Snarskivuna á tel. 30 20 10

Um tú ikki hevur møguleika at møta persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, t.d. tí tú er staddur uttanlands ella vegna sjúku, hevur tú møguleika at greiða atkvøðu við  brævatkvøðu.

Brævatkvøður kunnu avgreiðast í Snarskivuni mánadag til hósdag, 9.00 til 16.00 og fríggjadag 9.00 til 15.00. Vikuna undan valinum verða brævatkvøður tó avgreiddar í Perluni í Tórsgøtu.

Ert tú sjófolk ella staddur uttanlands valdagin, kanst tú velja í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.

Um tú ikki hevur møguleika at møta persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin av øðrum orsøkum, kanst tú í fyrsta lagi brævatkvøða 1 viku áðrenn valdagin. Tá skalt tú boða Snarskivuni frá á tlf 30 20 10 og síðan koma tveir av valstýrinum útnevndir persónar heim til tín.

Um tú ert innlagdur á sjúkrahúsi ella øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni ella undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðu á sjúkrahúsinum ella stovninum, ella hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndu persónum.

Um tú situr í varðhaldi, kanst tú greiða brævatkvøðu hjá løgregluni.

Um tú ert uttanlands, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulátum í útheiminum, ella hjá einum, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað. Tað er siðvenja, at landsstýrismaðurin heimilar føroysku sendistovunum.

Um tú ert staddur í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi.

Atkvøða við brævi skal fara fram við at brúka atkvøðutilfar, sum landsstýrismaðurin hevur útvegað til endamálið. Tú skalt venda tær til tann myndugleikan ella persónin, sum skal syrgja fyri at atkvøtt verður á rætta hátt.

                                   

Kunning fyri tilflytarar um valrætt til kommunuval

Here is a video that explains foreigners' rights in connection with the local elections:

HER

 

 

 

 

Meira kunning
Útgreinað kunning um ymiskt í sambandi við kommunuval sæst á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum HER
Valkort
Í seinasta lagi 2 vikur undan valinum verða valkort send øllum veljarum í Tórshavnar kommunu. Eru ivamál viðvíkjandi valkortinum, kunnu veljarar ringja til Snarskivuna á tel. 302010.

Upplatingartíðirnar eru mánadag til hósdag, kl. 9.00 - 16.00 og fríggjadag, kl. 9.00 -15.00.