Dagstovnurin Kura

Dagstovnurin Kura liggur í náttúruvøkrum og friðaligum umhvørvi við Botnánna. Stovnurin varð tikin í nýtslu í november 2016.

Orðing fyri stovnin
Vit leggja í arbeiði okkara dent á:

- at alt barnið mennist, bæði sálarliga og likamliga
- at rúm er fyri at síggja og menna einstaka barnið
- at vit í arbeiðinum brúka okkum sjálv, okkara søgu- og sangmentan
- at náttúran er eitt tað besta amboðið til tess at náa hesum málum

Pedagogiskt mál
- síggja barnið
- lurta eftir barninum
- geva barninum avbjóðingar, ið hóska til menningarstigið
- virða barnið sum eitt javnstøðugt menniskja
- menna sjálvvirði og sjálvsálitið so barnið gerst sjálvstøðugt
- læra barnið at vera millum onnur og í størri bólkum
- møta og vera saman við fremmandum
- arbeiða við og uttan rósi
- gera eina uppgávu lidna
- læra barnið at siga hvat tað meinar/ætlar/vil
- læra barnið at ”eg kann”
- kenna og brúka náttúruna
- kenna samfelagið
- kenna okkara søgu

Fyri at náa hesum málum er neyðugt
- at børn, foreldur og starvsfólk trívast.
- at børnini fáa avbjóðingar bæði innandura og uttandura, ið verða tillagaðar einstaka barninum.
- at gott samstarv er millum stovn og foreldur. Vit skipa fyri foreldrahugna/foreldrakaffi, foreldrafundum og at tað er eitt foreldraráð.
- at karmarnir á stovninum, bæði garður, hús, innbúgv og tilfar eru í lagi
- at starvsfólkini fáa møguleikar at menna seg á skeiðum o.ø.
- at leiðsla syrgir fyri, at omanfyri nevnda er í lagi









Kunna teg nærri
Dagstovnurin Kura
Botnavegur 9
410 Kollafjørður

Tel. 221323

T-postur: conniel@torshavn.fo

Leiðari: Connie Lassen

Upplatingartíðir:
Vøggustovurnar kl.7.15- 17
Barnagarður kl.7.30-17

Telefon á stovum:
Grønulíð:  225211
Reyða bólið:  225311
Bláa stova:  226911
Gula stova:  225811
Lilla stova:  224711
Starvsfólk
Connie Lassen, leiðari
Birna Gunnarson, námsfr.
Ann Vørmadal, námsfr
Sólvá Petersen, námsfr.
Siri Johansdóttir, hjálparfólk
Gudny Magnussen, terapeutur
Heidi Borum Davidsen, námsfr.
Unn Andreasen, hjálparfólk
Svanna G. Olsen, námsfr.
Birna Mikkelsen, námsfr.
Jóna Guttesen, námsfr.
Duan Dam Godtfred, hjálparfólk
Emly Djurhuus, námsfr.
Elisabeth Rasmussen, námsfr.
Ásla Andreasen, námsfr.
Ann Arnadóttir, námsfr.
Ellfríd Dam, hjálparfólk
Jacobina Dam, hjálparfólk
Nicolina Johansen, hjálparfólk
Gudrid Joensen, køksfólk
Anja Skýlindal Hammer, køksfólk
Sovipolitikkur
Dagstovnurin Kura hevur orðað sovipolitikk, ið til ber at lesa HER
Foreldraráð
Eyð-Britt Tjaldrastein, forkvinna tlf. 504393
Guðrið Joensen, næstforkvinna tlf. 213473
Dóra Joensen
Tanja A. Poulsen
Rúna Debess
Bára Silvansdóttir
Námsætlan
Námsætlan fyri stovnin sæst HER