11. Desember 2015
Nú fáa argjafólk nýggja kirkju
Uppskotið hjá Brim Arkitektum hevur vunnið kappingina um at gera nýggja kirkju á Argjum. Tað er greitt, eftir at øll uppskotini hjá arkitektunum vórðu sýnd fram á almennari móttøku seinnapartin. Uppskotini vóru ikki færri enn 23 í tali.

Sólrun Gleðisheygg, forkvinna í dómsnevndini, greiddi frá niðurstøðuni og avdúkaði vinnaran. Tað eru teir báðir Magnus Magnussen og Páll Holm Lave, sum manna Brim Arkitektar.

Tórshavnar kommuna hevur verið við í allari tilgongdini at fyrireika nýggju kirkjuna á Argjum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, bar eisini fram røðu á móttøkuni. Hann segði millum annað, at nógv uppskot hava hugsað nógv um umhvørvið, og at tey hava loyst uppgávuna fyrimyndarliga.

- Tað er eingin ivi um, at her er brúk fyri eini kirkju. Nógv fólk búgva á Argjum, vit fara nú at stykkja út 100 nýggj grundstykki og brúgvin um Sandá verður liðug um skamma stund. Hetta er spennandi og vísir tað virksemi, sum er her á Argjum, segði borgarstjórin.

- Tórshavnar kommuna hevur longu hjálpt til í tilgongdini at fyrireika nýggju kirkjuna, og tað fara vit eisini framhaldandi at gera. Hetta fer at prýða hetta vakra umhvørvið og Tórshavnar kommunu í heila tikið, segði Heðin Mortensen.

Brim Arkitektar greiða soleiðis frá hugskotinum:

Við hesum uppskoti okkara ynskja vit at skapa rúmligar og góðar karmar, har arkitektururin kann vera við til at stimbra tað fjølbroytta kirkjuliga arbeiðið hjá Argja kirkju. Kirkjuliga kjølfestið byggir á Gleðiboðskapin. Tí er umráðandi, at nýggja kirkjan er savnandi og at skap, skipan og umhvørvið kann verða ein kveikjandi karmur um framtíðar arbeiðið hjá kirkjuni. Tað er av alstórum týdningi, at nærumhvørvið og ymsu handlingarnar, sum kirkjan er partur av í dag, fáa bestu umstøður. Talan er um eina “arbeiðskirkju” har meira enn tær siðbundnu kirkjuligu handlingarnar fara fram. Í okkara uppskoti hava vit lagt dent á at skapað umstøður fyri fjølbroyttum sosialum virksemi.

Innkomnu uppskotini eru at síggja í Látrinum á Skúlanum á Argjahamri.

Myndirnar niðanfyri eru frá vinnandi uppskotinum.