13. desember 2015
Ógvusligur kuldi og sera hált í Havnini
Fólk hava gjørt vart við hálku nógvastaðni í Havnini. Undir vanligum umstøðum verður saltað alla staðni í kommununi. Kortið niðanfyri vísir, hvar saltað varð í gjár, 12. desember 2015.

Støðan var heilt sjáldsom og ógvuslig í gjár við bæði vátakava og nógvum kulda. Í merkta økinum á kortinum varð javnan saltað við upp til 5 traktorum í senn, byrjað varð kl 21 og hildið varð fram heilt kl 04 sunnumorgunin.

Orsakað av serligu og vánaligu verðurlíkindunum varð fyri tað mesta koyrt inni í tí skraveraða økinum.

Tað verður saltað í minsta lagi á eini gongubreyt á øllum vístu gongubreytunum á kortinum, tó við undantaki av R.C.Effersøesgøtu, har tað verður saltað á báðum síðum.

Niðara kortið, merkt "Vetrartænastan", vísir, hvussu saltað verður undir vanligum umstøðum á koyribreytum í høvuðsstaðnum.


Salting á gongubreytum 12.12.2015   


Vetrartænastan 2015