14. Desember 2015
Soleiðis fært tú salt
Tað er óvanliga hált í morgun, og saltið er uppi í fleiri kassum, sum standa í kommununi. Er kassin í tínum øki tómur, ring so til Snarskivuna 30 20 10, so sær Vegadeildin í Tórshavnar kommunu fyri, at salt verður koyrt í kassan aftur.

Vegadeildin koyrir salt í kassarnar allan dagin. Kassarnir í Tórshavnar kommunu eru 350 í tali.

- Tað er bara at boða Snarskivuni frá, tá ið kassarnir eru tómir. Vit koyra salt í so nógvar, sum vit klára, sigur Sjúrður Engskær, formaður á Vegadeildini.